Konsert í kvøld
Jógvan Andersen, 11.06.2019

Heimskendi tónleikabólkurin Hillsong Young & Free úr Avstraliu er nú komin til landið.

 

Bólkurin er kendur fyri síni eyðkendu popp løg og hava síðani 2013 givið út 6 fløgur og 19 stakløg. Heili 16 fólk eru við á ferðaliðnum, sum er komið beinleiðis úr Slovakia í samband við teirra konsertferð í Evropa.

 

Bólkurin er ein partur av samkomuni Hillsong, ið var stovnað í 1983 í Avstralia. Hillsong eru serliga kend fyri sín tónleik og hava gjøgnum árini útgivið yvir 40 útgávur og selt yvir 11 milliónir eintøk.

 

Fólk úr Bulgaria, Noregi, Danmark og øðrum londum koma heilt til Føroya á konsert.

 

Møguligt er at keypa atgongumerki á keldan.fo/yf ella við dyrnar 2 tímar undan konsertina. Eisini verður matstovan opin frá kl.18 har møguligt er at keypa grill.

Sí fleiri greinar