Just don’t quit
Sonja I. Jacobsen, 04.06.2019

Á møtinum í dag 2. juni var bæði barnavælsignilsi og vælsignilsi av ungdómum, sum hava verið ígjøgnum eina tilgongd, har tey eru undirvíst í ymiskum viðurskiftum, sum hava við lívið sum trúgvandi at gera.

 

Í sambandi við vælsignilsið av teimum ungu, hevði Pauli eina talu um, hvat tað krevur at vera í júst tí aldrinum, tey eru í. Tað er ein skiftistíð, har tey ungu byrja at hugsa sjálv. Tey eru nógv saman við ungum á teirra aldri, og tað kann vera, at tey verða ávirkað av teimum.

 

Tað er av stórum týdningi at halda fast í trúnni. Til taluna hevði Pauli tvær yvirskriftir: Just don’t quit og Fight the good fight. Í taluni eggjaði hann bæði teimum ungu og teimum meira tilkomnu til ikki at gevast og at stríða tað góða stríðið.

 

Møtið kann síggjast á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar