Jesus er vegurin sannleikin og lívið
Sonja I. Jacobsen, 29.05.2019

Lívsins skúli – hart og sárbært- Jesus er vegurin sannleikin og lívið.


Vit uppliva øll ymiskt á okkara lívsleið. Vit eru øll á ymisk, hava ymiskar bakgrundir – lívið kann vera strævið. Ofta er tað tungt, samfelagið koyrir skjótt, og tað kann gera tað trupult fyri okkum. Hettar er lívið, lívsins skúli, sum til tíðir kann vera harður. 

 

Á møtinum sunnumorgunin talaði Alice Frdederiksberg til okkara. Alice hevði eina góða og rørandi persónliga talu við nógvum góðum ráðum og lívsroyndum, har fokus var at koma undir Guds orð ella vera í Hansara nærveru. 

 

Lívið kann vera hart, vit eru menniskju, og ymiskt er, hvussu vit koma í gjøgnum tað. Sorg, pína, strævið, einsligt – vit kunnu fara niður við nakkanum. Onkur er kanska í hesi støðuni nú? 

 

Alice kom inn á persónligar støður, har hon greiddi frá, hvussu tað var at missa systir sína, og sorgin kom inn. Barnaárini hjá Alice vóru góð, men við missinum av systrini, vóru Alice og familjan mitt í einum drama, har familjumyndin ongantíð fór at verða tann sama aftur. Hon gjøgnum eina tíð, sum veruliga myndir ein. Hon nevndi eisini um hjunaðarskilnað, sum hon hevði upplivað nær í familjuni, har tíðin var sera torfør. Tá slík sorg rakar, rakar tað fleiri. 

 

Tá alt tykist at skrambla saman, hvat stendur eftir? 

 

Ef. 6, 11: Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!

Tað er hjá Gudi, at vit finna friðin.

 

Vit hava tørv á Gudi. Vit klára ikki at bera alt sjálv. Kol, 1: 16b: - alt er skapt við Honum og til Hansara

Vit hoyra til Hann. Friðin finna vit bert hjá Gudi.

 

Gud hevur lovað at vera við okkum. Alice tosaði út frá Jóh. 15, 1-13, har tað stendur um víntræið. Tá vit taka ímóti Jesusi, hava vit atgongd til Hann; greinin á trænum kann fáa føðslu frá stammuni og harvið bera fruktir. Stamman er andaliga lívið og Jesus, og tí má greinin vera á stammuni. Tað er her, at vit fáa orku, og vit kunnu ikki liva uttan Hann. Um vit ikki eru á stammuni, fáa vit onga føðslu. Hettar er kraftkeldan, sum ger, at vit ongantíð eru einsamøll. Gud er altíð við okkum. 

 

Tá mótið svíkur og dreymurin doyr – Gud er okkara kletttur!

 

Alice endaði við at tosa um, hvussu vit koma burtur úr myrkrinum. Hvussu kemur tú upp á tindin aftur. Tað er nógv, sum ávirkar okkum dagliga. Hvat inntaka vit og lata ávirka okkum. Alice kom við nógvum góðum ráðum: 

 

·      Skriva orð Guds niður. Um tú t.d. ert óttafullur, so les í Jóh 14: frið Mín gevi Eg tykkum. Um tú kennir teg óynsktan, so les í Jeramia: áður enn Eg myndaði teg í móðirlívi, kendi Eg teg. Tú ert kanska stúrin yvir tíni børn – fyll títt heim við Orðinum – Matt. 28: Eg eri við tykkum allar dagar. Fyll teg við Guds Orði!   

·      Hygg eftir røttum filmum – Her vísti hon m.a. á filmin ”War room”, sum er um bøn.

·      Bið. Farið á bønarmøti. Verið í nærveru við tey, sum liva í bøn; tað ávirkar.

·      Lurta eftir lovsangi

 

Kennir tú ikki til at vera ein grein á stammuni, sum er Jesus, tak so eina avgerð í dag.

 

Gud kennir teg í tínum einsemi – tú finnir styrki í Honum!

 

Møtið sæst HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar