Alt kann broytast!
Sonja I. Jacobsen, 23.04.2019

Óansæð um tað sær vónleyst út, kann tað broytast!

 

Hetta var boðskapurin, sum Carl-Gustaf Severin hevði at bera fram 2. páskakvøld.

 

Hevur tú nakrantíð kent, at støðan, tú ert í, er vónleys? Sannleikin er, at alt, sum vit síggja við okkara eygum, kann broytast.

 

Carl-Gustaf greiddi frá, at hann 12 ára gamal fekk staðfest frá lækna, at hann hevði migrenu – og tað kom hann at hava alt lívið! Dómurin var sagdur!

Men hetta broyttist, tí 6 ár seinni grøddi Gud hann, og hann hevur ikki havt migrenu síðani. Vónleysa støðan var broytt.

 

Carl-Gustaf greiddi eisini frá um eina heimleysa kvinnu í Moskva, sum í 1998 hoyrdi boðskapin um, at einhvør støða kann broytast, sum 2. Korintbræv kapittul 4 tosar um. Heimleysa kvinnan bleiv so eggjað av hesum boðskapi, og hon handlaði upp á hann. Stutt eftir byrjaði hon eitt nýtt lív í nýggjari íbúð, sum sjálvur borgarstjórin í Moskva átti. Hennara vónleysa støða var broytt! Hennara nýggja vónríka lív var byrjað.

 

Støðan, sum Ábraham var í, sá vónleys út. Men Gud kundi og vildi broyta støðuna. Ábraham fekk at vita, at líka so ógjørligt tað er at telja stjørnurnar á himli, líka ógjørligt skuldi tað vera at telja eftirkomarar hansara. 

 

Tá støðan hjá Ábrahami og Sáru kundi broytast á so høgum aldri, so kunnu allar støður broytast”, segði Carl-Gustaf og legði afturat: “Tel stjørnurnar, so veksur trúgvin!”

 

Stevnan endaði við lovsangi og tilbiðjan til Gud, og ein serlig Guds nærvera var tilstaðar. Fólk vóru send avstað eggjaði við hesum trúarboðskapi um, at Gud kann broyta allar umstøður!

 

Allur boðskapurin hoyrist á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Sonja I. Jacobsen

Sí fleiri greinar