Salvingin brýtur okið
Sonja I. Jacobsen, 22.04.2019

Hjørdis Jentoftsdóttir hevði eina sangframførslu, og Búgvi Olsen leiddi kvøldmøtið 1. páskadag. 

 

Talan í kvøld snúði seg um, at vit kunnu verða frí frá ótta, og var tað Carl Gustav, ið bar henda boðskapin fram. Hann hevði valt at hava krossin á pallinum, so øll kundu síggja hann. Tað var jú á krossinum, at Jesus vann sigur á honum, sum hevði vald á deyðanum. Hann gjørdi vart við, at hetta kvøldið kundu øll fara heimaftur og verða fríað frá ótta. 

 

Carl Gustav minti á, at í bíbliuni stendur skrivað 365 ferðir, at vit ikki eiga at stúra ella vera bangin. Soleiðis sigur Guð við okkum hvønn dag, at vit ikki skulu vera bangin. 

 

Við sínum skemtiliga hátti at bera frásagnir fram, kom hann við ymiskum dømum um, hvørjum man kann hava ótta fyri, men minti hann á at lýta á Jesus, tí hann er lykilin til frælsi. Tað er ikki altíð soleiðis, at djevulin stendur og rópar beint frammanfyri teg, fyri at gera teg óttafullan, nei, hann kann nemliga vísa seg gjøgnum ymiskar støður. 

 

Vit eru ikki fødd bangin, tað er djevulin, sum kemur við óttanum gjøgnum lívið, og eru vit ikki nóg varug við hetta, gerast vit trælir hjá óttanum. Í kvøld skuldi hesin óttin, hetta okið, brótast. Tað eru ikki vit, sum skulu flýggja undan óttanum, men óttin flýggjar frá okkum, tá ið vit lova Jesusi framat. 

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar