Sebastian Stakset: Jesus elskar syndaran og hatar syndina
Sonja I. Jacobsen, 21.04.2019

Á møtinum leygarkvøldið talaði Sebastian Stakset. Hann talaði út frá Luk. 7, 36 – 50, sum er um syndafullu kvinnuna, sum salvaði Jesu føtur.

Hann segði, at fariseararnir hildu, at teir blivu rættvísgjørdir gjøgnum sínar gerðir, og teir hildu, at teir vóru næstir Gudi. Og tá Jesus gekk ímillum skøkjur og onnur, sum ikki vóru høgt í metum, so virkaði tað øvugt fyri teimum.

”Men Jesus elskar syndaran og hatar syndina,” segði hann.

Sebastian greiddi eisini frá eini hending, tá hann skuldi tala á einum møti, har hann møtti einum politisti, sum segði, at hann, saman við konuni, hevði biðið fyri honum í 8 ár. Hann hevði fingið boð um at handtaka hann, men Gud bað hann ístaðin biðja fyri honum, og tað hevði hann gjørt.

”Hetta vísir mær, at Gud hevði ein ætlan við mær, meðan eg var í myrkrinum,” segði hann.

Sebastian hevði eisini ein vitnisburð um eina vitjan í einum fongsli, har ein genta, ið var dømd fyri manndráp, bleiv frelst og broytt, tá hon møtti Guds kærleika.

Barnakórið í Kelduni sang í byrjanini av møtinum, og eisini sang Kennet (keyboardspælarin hjá Sebastian) ein sang.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skráin sæst HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar