Jesus skal inn í allar partar í samfelagnum
Sonja I. Jacobsen, 20.04.2019

Leygardagin byrjaðu tiltøkini á Páskastevnuni klokkan 15. Tá var seminar, har Sebastian Stakset og Carl-Gustaf Severin tosaðu um evnið: ”Hvussu kemur evangelisturin fram í dagsins samkomu?”

Sløk 100 fólk vóru til seminarið.

Sebastian las ein tekst úr 2. Kongabók, har tað stendur, at fólkið í Samaria vendi Harranum bakið. Úrslitið av tí var, at ein fremmand tjóð kom og tók landið, og tað bleiv ruðuleiki – eisini andaligur ruðuleiki.

”Hetta er tað, sum eisini hendir í Svøríki í dag,” segði hann. ”Tað er ein andaligur ruðuleiki.”

Síðani las hann frásøgnina, har tað stendur, at Jesus fór gjøgnum Samaria. Jesus visti, hvat gekk fyri seg har, men kortini stendur, at hann var noyddur at fara tann vegin.

”Jødar elskaðu ikki fólkið í Samaria, men Jesus noyddist at fara tann vegin,” segði hann.

Og soleiðis er hjá okkum. Vit noyðast at fara til teirra, sum eingin elskar, við evangeliinum um Jesus.

Carl Gustaf tók síðani yvir. Hann segði, at Gud avsløraði syndina hjá kvinnuni í Samaria – ikki fyri at virka sum ein ”avdúkandi journalistur”, men fyri at vísa, at hann vildi fyrigeva syndina. Hann segði, at Gud vil eisini nú reisa evangelistar við teimum góðu tíðindunum.

”Vit hava nógvar muslimar í Svøríki, og tey flestu ræðast teir, men Jesus elskar teir og vil frelsa teir,” segði hann.

Carl Gustaf greiddi eisini frá arbeiðinum, sum hann hevur verið partur av í Russlandi. Nógv tann størsti parturin av pastorunum, sum tey hava sett har, hava sitið í fongsli orsaka av síni fortíð, tí vekingin var ímillum fólkini, sum høvdu gjørt lógarbrot.

”Jesus skal koma inn í allar partar í samfelagnum,” segði hann, og legði afturat, at okkum nýtist ikki at óttast fyri, at islam ella okkurt annað fer at vinna á kristnu trúnni, tí Jesus er tann, sum fer at vinna tað seinasta stríðið.

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar