Livandi Vón – Hav Dirvi
Sonja I. Jacobsen, 18.04.2019

Páskastevnan í Kelduni undir heitinum Livandi vón er nú byrjað.

Á fyrsta møtinum skírishósdag, talaði sviin Carl-Gustaf Severin um, at Gud lønir dirvi, og at vit sum kristin mugu hava dirvi. 

 

Carl-Gustaf kemur úr Svøríki og er best kendur fyri sítt arbeiði í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, har hann í 90’unum ótroyttiliga ferðaðist við gleðiboðskapinum og saman við øðrum gjørdi eitt stórt arbeið at uppbyggja samkomur kring landið.

 

Carl-Gustaf tosaði á møtinum út frá Hebr, 10: 35: Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara - tað hevur stóra løn! Hann nevndi, at tey fyrstu kristnu høvdu dirvi, og at Gud lønir bæði smáum og stórum bønum. Hann kom inn á dømi úr í bílbiuni um persónar, sum høvdu dirvi.

 

Carl-Gustaf kom eisini inn á sterkar søgur kring heimin, har ung kristin høvdu dirvi at standa fram fyri Jesus og kristnu trúnna, sum ávirkaðu fleiri 1.000 tals fólk. 

 

Dirvi ger, at vit taka stig, sum vit ikki hava tikið fyrr. Gud lønir okkum.

Gud ynskir, at tú skal hava dirvi. Carl-Gustaf nevndi um Dávid, at hann bað um, at dirvið ikki mátti takast frá honum. Eisini nevndi hann um gentuna í søguni um Elisa, sum segði, at hon kendi ein profet, sum kundi grøða tann spidalska hermannin.

 

Vit skulu vera djørv í okkara kærleika til hvønn annan. Lat ongan taka dirvið frá okkum.

 

Møtið kann síggjast HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skráin fyri páskastevnuna er HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo 

Sí fleiri greinar