"Veien gjennom havet"
Sonja I. Jacobsen, 17.03.2019

Tað var Alice Frederiksberg, sum leiddi møtið hendan morgunin 17. mars. Familjumøti var, og tí var nógv spennandi á skránni. Samkoman hevur havt vitjan úr Noregi hetta vikuskifti, har Jarle og Karina Waldemar m.a. hava havt hjúnabandsseminar.

 

Seinastu tíðina hevur barnakór vant í Kelduni, og sluppu tey hendan morgunin at syngja í tríggjar lívligar og glaðar barnasangir. 

 

Jarle hevði taluna hendan morgunin. Hann er vanur við at hava fyrilestrar um barnaarbeiði og dugir eisini sera væl at fanga uppmerksemið hjá børnunum. Eitt nú gyklaði hann fram tekningar og litir fram í Bíbliuni, sum hann hevði við sær.

 

Hann varpaði ljós á, hvussu týdningarmikið tað er at føra trúnna víðari til komandi ættarliðið og rósti gomlu ættarliðunum – foreldur, ommur, abbar, langommur, langabbar - fyri at hava gjørt tað. 

 

Talan snúði seg um ferðina hjá ísraelsfólkinum úr Egyptalandi, og leið teirra varð samanborin við lívið hjá okkum sum trúgvandi. Ísraelsfólkið stóð fast, tá ið tey komu fram til havið, og høvdu fíggindan aftanfyri seg, so tey kundu ikki venda við aftur. Einans Guð kundi hjálpa teimum gjøgnum havið og føra tey trygt fram, eins og tað bara er okkara trúgv á Jesus, ið kann føra okkum til ævigt lív.

 

Familjulív og týdningurin av at føra trúnna víðari til komandi ættarlið, kann sigast at hava verið miðdepilin hendan morgunin. Her slepst ikki undan at nevna, hvussu týdningarmikið barnaarbeiðið er. Tveir samkomulimir vórðu til síðst heiðraðir fyri trúgva og trúfasta tænastu innan m.a. bygging og barnaarbeiðið í Kelduni líka síðani tað byrjaði.

 

Møtið sæst HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar