Guds trúfesti
Sonja I. Jacobsen, 04.03.2019

Møti í dag varð hildið við ymiskum vitnisburðum og sangframførslu, har gjøgnumgangandi evnið var Guds trúfesti. Leif Høj leiddi møtið, og hann hevði skipað fyri, at ymisk fólk í samkomuni høvdu vitnisburðar, har tey tosaðu um Gud í teirra lívi.

 

Jákup Pauli Frederiksberg greiddi frá, at hann hevði upplivað at verða grøddur frá sterkari pínu í oyrunum. Siri í Grund segði frá um eitt tungt tíðarskeið í lívinum hjá sær, har hon fyrst misti pápa sín og síðani hevði ein illgruna um, at hon kanska hevði krabbamein. Kanningarnar gingu ikki heilt, sum tær skuldu, men í staðin fyri at fella í fátt, fekk hon hjálp frá Gudi, sum syrgdi fyri, at hon føldi frið, sjálvt um hon var í einari støðu, sum kundi ført til órógv. Lovsangur og serliga sálmur 116 hildu henni uppi. Tað endaði við, at hon fekk at vita, at vøksturin hon hevði ikki var óndartaður, men tað tók sína tíð, áðrenn hon fekk at vita tað. Í tí tíðarskeiðinum føldi hon Guds trúfesti.

 

Joan Danielsen hevði sín fyrsta almenna vitnisburð, har hon greiddi frá, hvussu Gud hevði hjálpt henni, hartil hon er í dag. Hon hevði verið á møti í City Church, har Gud hevði sagt við hana, at hon skuldi flyta seg. Bergur Skovgaard, sum hevði taluna tann dagin, segði, at tað hevur týdning at fara, har náðin er. Hon og maðurin ganga nú fast í Kelduni, sum hon er takksom fyri. Tey hava eisini fyri stuttum verið ígjøgnum eina harða uppliving við soninum hjá teimum, sum endaði á sjúkrahúsi. Har upplivdu tey eisini Guds trúfesti, og sonurin er í dag við at koma seg.

 

Jens Knudsen hevði síðani eina sangframførslu, har hann sang sangin Min Gud ar varklig av Roland Utbult. Hesin boðskapurin stuðlaði eisini uppundir tað, sum varð sagt bæði áðrenn og aftaná.

 

Theresa í Lág hevði seinasta vitnisburðin, har hon greiddi frá einari sera tungari gongd við tunglyndi. Hon hevði ikki orku til at gera nakað, og tað hevði stóra ávirkan bæði á hana og serliga mannin og døtrarnar. Hon merkti í hesum tunga tíðarskeiðinum, at Gud var við henni hóast alt. M.a. fekk hon ein sang í brotum, sum hon so sang inn á telefonina hjá sær og seinni setti saman. Hon sang sangin á møtinum og greiddi frá, hvussu hon nú, gjøgnum sangin, sær, at Gud sigur við hana, at Hann altíð sá hana, sjálvt tá hon var ordiliga niðarliga. Hon greiddi eisini frá einari hending, har hon var innløgd til skurðviðgerð, har hon var hart rakt av angist. Har vísti Gud seg við einari sjón, har hon sá nógv fólk, sum løgdu hendurnar á hana og bóðu fyri henni. Hetta gjørdi, at angistin hvarv. Hon hevði eisini ein uppmuntrandi boðskap um, at Gud er persónligur, og Hann vil okkum tað besta.

 

Jens endaði við sangframførslu, har hann fyrst sang ein enskan sang, sum eitur Someone cares og ein sang afturat frá Roland Utbult, sum eitur Ge Meg Valsignelsen.

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar