Wow!!!!
Sonja I. Jacobsen, 15.02.2019

Pauli Høj talaði á møtinum sunnumorgunin tann 10. februar út frá yvirskiftini ”Wow!” 

”Tá vit vóru á vitjan í Singapore, so segði samkoman ”Wow!”, tá talarin segði okkurt, sum tey hildu vera gott,” segði Pauli. Hann bant hetta saman við tað, sum vit í Kelduni plaga at kalla ”framúrskarandi”.

 

”Eg fekk hesa yvirskriftina, tá eg læs í 1. Kongabók, at Dávid vildi byggja tempul, men hann fekk at vita, at tað skuldi hann ikki, tí hann hevði blóð á hondunum. Í staðin skuldi sonurin gera tað, men Dávid skuldi vera við. Hann skuldi fyrireika byggingina,” segði Pauli.

 

”Og tað er tað, sum vit eisini gera. Vit byggja samkomu á tað, sum undanfarnu ættarliðini hava slóðað fyri,” segði hann.

 

Brennioffur er tilbiðjan

Í 1. Kongabók 3, 3-5 sigur Gud við Salomon: ”sig hvat tú vilt, at eg skal geva tær”.

 

”Jú fleiri brennioffur tey ofraðu, meira søgdu tey, at tey elskaðu Harran. Salomon tilbað Harran 1.000 ferðir, og Harrin opinberaðist fyri honum,” segði Pauli. 

 

”Tá vit tilbiðja Harran, so opinberar hann seg fyri okkum. Hann segði: Sig hvat tú vilt, at eg skal geva tær.”

 

Bað eftir Guds hjarta og fekk eisini alt annað umframt

Í 1. Kongabók 3, 9-13 stendur, at Salomon bað um eitt hjarta, sum dugdi at skilja ímillum ilt og gott, og hann fekk eisini alt annað umframt. 

 

”Gud kennir títt hjarta, og tá vit biðja eftir tí, sum liggur á Guds hjarta, so fáa vit eisini alt annað umframt,” segði Pauli.

 

Aðruferð Gud opinberaði seg fyri Salomoni, var tá hann vígdi templið. 

 

”Gud opinberar seg eisini fyri okkum, tá vit tæna í samkomuni,” segði Pauli. 

 

Onkur kann siga, at eg dugi ikki so væl, men Pauli segði, at tað er ikki øðrvísi, enn tá tveir timburmenn smíða. Tann, sum hevur verið timburmaður í nógv ár, dugir betur enn ein, sum júst er byrjaður. 

 

”Tað verður ikki væntað líka nógv av tær, tá tú er nýbyrjaður, sum av einum, sum hevur tænt í nógv ár. Tú byrjar á tí støði, sum tú ert á,” segði hann.

 

Drotningin av Saba

Tað, sum Salomon bygdi upp, var framúrskarandi. Í 1. Kongabók, 10, 4 – 5 stendur:

 

Táið drotningin í Saba sá allan vísdóm Sálomos, sá húsið, ið hann hevði bygt, rættirnar á borði hansara, hvussu tænarar hansara sótu, hvussu borðsveinar hansara stóðu, og hvussu teir vóru klæddir, sá skeinkjarar hansara og brenniofrini, ið hann ofraði í húsi HARRANS - var hon rættiliga frá sær sjálvari av undran.

 

”Drotningin av Saba mátti siga ”Wow”! Tað var framúrskarandi! Tær framúrskarandi umstøðurnar fingu hana at prísa Gudi! Hon segði: ”Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevði gleði av tær, so Hann setti teg í hásæti Ísraels!””

 

Vekingin nærkast

Pauli fór síðani yvir á eitt annað evni:

 

”Tá vit vóru saman í leiðsluni og søktu Harran, tá sá eg ein vind av Guds anda, sum fylti húsið” segði hann.

 

1. Kongabók 18, 41: Síðani segði Elias við Akab: "Far nú niðan og et og drekk! Tí eg hoyri ljóð av regni."

 

”Eg merki aftur og aftur í mínum anda, at eg kann hoyra eitt dun av tí andaliga regninum yvir okkara land og yvir Kelduna. Eg veit ikki, um tað verður í ár, men eg havi varhugan av tí. Tað andaliga regnið er á veg innyvir okkara land,” segði Pauli. 

 

Hann minti samstundis á, at tá Elia hevði fingið boð frá Gudi um tað, sum fór at henda, tá setti hann seg ikki niður at bíða. Hann var aktivur og fór niðan á Karmel og boygdi seg í bøn. Hann bað bønina, sum stendur í Ják 5, 17 – 18: 

 

Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir.

Aftur bað hann, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.

 

”Hetta er boðskapurin til okkara: Verið biðjandi! Eg vænti at regnið kemur. Vit mugu forloysa tað,” segði Pauli.

 

Annað sum hendi á møtinum

Búgvi Olsen leiddi møtið, og Bodil og Kirstin Olsen leiddu lovsangin.

 

Barnavælsignilsi var, har tvey børn vórðu vælsignaði: Mary Heinesen (dóttir Jonnu og Bjørgfinn) og Thórleif Frederiksberg (sonur Lydiu og John Bjarna). Biðið varð fyri teimum og teirra familjum, signingarsangurin varð sungin, og tey fingu hvør sína barnabíbliu frá samkomuni.

 

Møtið endaði við at bjóðað varð til forbøn.  

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

 

 

 

Sí fleiri greinar