Shalom!
Sonja I. Jacobsen, 05.02.2019

Í morgun 3. februar var tað Rúni Rasmussen, sum hevði taluna. Hann kallaði taluna Shalom – Guds vælferð fyri øll. At byrja við vísti hann til allýsingina av friði í Móðurmálsorðabókini:

 

·       góð og friðarlig viðurskifti, støða uttan ófrið og óljóð

·       ró í sinni, sálarfriður, friðsæla, rógv, hvíld

·       støða uttan kríggj el. stríð, semja, samlag

 

Shalom verður allýst sum: heilsa, heilur, vælferð, eydnusemi, framburður, ró, stilli, harmoni (samljóð), tryggleiki, góðar relatiónir. Grundleggjandi heldur hann, at friðurin kann finnast á fleiri økjum og stigum. Millum:

                     

·       Gud – menniskjað

·       Í menniskjanum

·       Menniskja – menniskja

·       Familja – familja

·       Fólkaslag (tjóð) – fólkaslag (tjóð)

 

Bíblian tosar nógv um frið. Í Gamla Testamenti verður orðið brúkt heilar 250 ferðir, og í Nýggja Testamenti verður tilsvarandi griska orðið eirene brúkt 92 ferðir. Gud sendi Son Sín fyri at skapa frið og fáa sambandið upprættað við okkum aftur. Við at vísa á skriftstøð bæði úr Nýggja og Gamla Testamenti, vísti hann á, hvussu friður verður lýstur í Bíbliuni. M.a. vísti hann á, at Guds fólk er eitt friðarfólk. Í Matt. 5,9 stendur:

 

Sæl eru tey, sum fáa frið (eirene) í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.

 

Vit skulu sum trúgvandi í okkara dagliga lívi stremba eftir friði innaní og friði við onnur. Kærleiki til Guds orð gevur okkum ein frið, sum kann síggjast, og sum vit kunna vera við til at geva øðrum.

 

Lurta eftir taluni á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

 

Sí fleiri greinar