Tú kanst gera mun
Sonja I. Jacobsen, 31.01.2019

Á møtinum sunnumorgunin 27/1 tosaðu hjúnini Annika og Leif Høj. 

Tey søgdu frá túrinum, tey vóru í Kenya, Nakuru, á jólum – ein túrur, sum tey gjørdu saman við sínum børnum og familju í samband við missiónsarbeiðið NLAI hjá Leif og Susanne Madsen.

 

Leif byrjaði við at vísa myndir og hava frásagnir um umstøðurnar hjá børnunum, og hvat arbeiðið hjá NLAI snýr seg um.  Hann hugtók við søgum, og hann greiddi eisini frá, hvat tey sum hjún og familja upplivdu á túrinum, og hvussu tey kundu vera við til at hjálpa á ymiskan hátt. 

Tey fingu hjálpt við mati, klæðum, gávum, tey gjørdu ymiskar aktivitetir saman við børnunum og mangt annað.

 

Annika greiddi frá, at fólkini ynsktu, at tey brúktu tíð saman við teimum. Hon nevndi ymsikar søgur, um hvussu ringar umstøðurnar eru, og hvussu tað nam við bæði Leif og hana. Tey søgdu, at tey fingu nógv at hugsa um og vera takksom fyri – tað er gott, tí onkuntíð gloyma vit hetta.

 

Annika nevndi ymiskar støður, sum gjørdu, at hon fekk nógv at hugsa um, tá hon sá gleðina í eygunum á børnunum. Tey vóru m.a. við til at keypa ís til fleiri børn, keypa sodavatn, sum tey kanska ongantíð høvdu smakkað fyrr, og eisini fingu møguleikan at gjalda fyri eina stóra jólaveitslu til børnini har. Nógv av hesum varð goldið við pengum, sum komu inn gjøgnum eitt átak, sum børn í frískúlanum høvdu gjørt. Eisini høvdu Keldan og einstaklingar givið gávur til endamálið. Hon nevndi um tað megnar arbeiðið, sum NLAI ger - skúlagongd, keppumiðstøð og mangt annað. 

Annika kom eisini inn á, at tað ger mun at stuðla ein barni, og at tað gevur vón. Vit kunnu øll vera við í hesum. 

 

At enda kom Annika inn á ymiskt, sum hon hevði hugsað um. Hvør er okkara ábyrgd? Efesus 2, 10: Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk…! Tað er vón. 

 

Hon tosaði um at hava eina visión, lýdni og at handla. Hon nevndi, at ein stór visión krevur nógvar viðspælarar, og jú fleiri viðspælarar eru, størri er møguleikin fyri, at visiónin gerst veruleiki og enntá veksur.

 

Annika endaði við Orð. 19,17: Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.

Missión liggur á Guds hjarta. 

 

Trúgv er einasti Valuta í Guds ríki. 

 

Hvussu er so við okkum….hava vit eitt mál fyri eyga? Eitt mál, eitt endamál, og liva vit eitt lív við einum endamáli? 

 

1. partur av møtinum sæst HER

2. partur av møtinum sæst HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar