Kunnandi fundur um Frískúlan Keldan
Sonja I. Jacobsen, 07.01.2019

Kunnandi fundur um frískúlan verður mikudagin 16. januar kl. 19, har øll eru vælkomin.
Møguleiki verður eisini fyri at innskriva børn í forskúla og aðrar flokkar.

Frískúlin Keldan er ein frískúli, har dentur verður lagdur á kristnu virðini. Okkara endamál er skapa eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri.

Forskúli, skúli 1.-7. flokk og frítíðarstova eru alt á einum staði. Karmarnir eru góðir í náttúru-vinarliga umhvørvinum í Skálafirði.

Sí annars heimasíðu okkara: www.fsk.fo

Ynskir tú fleiri upplýsningar, kanst tú ringja til skúlaleiðaran.
Jastrid Høj, fartlf. 232510

Sí fleiri greinar