Guð er ikki ein kensla
Sonja I. Jacobsen, 27.11.2018

Ólavur Jacobsen leiddi møtið hendan sunnudagin.

 

Bjørgfinnur vísti á Mark. 16, 15 og bjóðaði í tí sambandi samkomufólkinum at taka sær russiskar, enskar og føroyskar Bíbliur at bjóða øðrum. Hetta eru bøkur, ið Brother Clifford legði eftir sær, aftaná hann vitjaði Føroyar fyri seinastu ferð. 

 

Hendan sunnumorgun varð bjóðað til samkomufund eftir møtið, har m.a. talararnir til páskastevnuna komandi ár vórðu avdúkaðir. 

 

Nýggir limir sluppu at royna seg í lovsongsbólkinum undir lovsonginum. 

 

Tað var Búgvi, ið talaði. Í samband við ungdómsleguna, ið var í vikuskiftinum, talaði hann útfrá evninum, ið var miðpunktið á leguni. Evnið var ”Trúarhetjur”, har hugt var eftir ymiskum menniskjum, ið hava tænt Guði gjøgnum tíðina. Hetta fyri at vísa á, at undrini ikki bara hendu í Bíbliuni, men tey enn kunnu henda í dag!

 

 Talan hjá Búgva var grundað á nakrar kapitlar úr Hebrearabrævinum – kap. 10-12. Hesir kapitlarnir snúgva seg nógv um trúgv, og er tað nemliga trúgv, ið er alneyðug, skulu vit gerast trúarhetjur! Í kap. 10, 36-39 verður mint á, at vit eiga at vera tolin. Hóast eldurin í okkum kann tykjast at sløkna, eiga vit at minnast til at vera tolin – trúgv er jú full vissa um tað, sum vónað verður. 

 

Búgvi gjørdi vart við, at tær trúarhetjurnar, ið hava verið gjøgnum tíðina, hava verið vanlig fólk sum tú og eg. Guð hyggur tískil ikki eftir tínari bakgrund, men kann nýta teg sum tú ert. 

 

Hóast trúarhetjurnar eru nógvar í tali, og hava sýnt sera ymiska tænastu, hava tær trý ting til felags:

1.    Møttu stórum avbjóðingum.

2.    Trúgvin bleiv roynd.

3.    Livdu fyri nakað størri.

 

Búgvi nevndi John Wycliffe (1330-1384), ið kann sigast at vera ein sonn trúarhetja. Við at hyggja at stroymingini, kanst tú hoyra søguna um John Wycliffe og hvat hann gjørdi. 

 

Eitt, ið vit eiga at hava í huga, segði Búgvi, er, at trúgvin hjá okkum ikki skal grundast á kenslur, tí Guð er ikki ein kensla! Vit eiga øll at vera lýðin, eins og trúarhetjurnar vóru tað. Sum nevnt í punktunum omanfyri, er tað ikki eyðsýnt, at tað er ein løtt uppgáva, men tað eigur at vera tað vert.

 

Møtið sæst á Youtube Keldan HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar