Verðið eins og børnini
Sonja I. Jacobsen, 29.10.2018

Alice Frederiksberg leiddi familjumøtið tann 28. okt. Familjumøtið hesaferð snúði seg um Operation Christmaschild, ið fevnir seg um skógvaeskjur, ið fólk lata til tey børnini, ið annars ikki høvdu væntað sær eina jólagávu. Av tí sama var eingin sunnudagsskúli. Barnasangir vórðu sungnir, har Maria á Boðanesi og Kirstin Olsen leiddu sangin. 

 

Alice heitir á tey vaksnu um at læra frá børnunum. Tey eru erlig, tey trúgva, at Guð er har, og tey syngja lovsong til Guð. Bíblian sigur eisini, at vit (tey vaksnu) skulu vera eins og børnini. 

 

Eisini var biðið fyri tveimum familjum, ið vóru komin at fáa barnavælsignilsi. Pauli Høj, pastorur, hevði eitt lítið orð, áðrenn barnavælsignilsið fór fram. 

 

Mirjam Høj fekk hjálp frá Mallu og Julius, tá ið hon fortaldi børnunum eina søgu úr Bíbliuni. Mirjam spurdi: ”Passar tað ikki, at vit nokk so ofta gloyma at siga takk við Jesus, tá ið vit hava tað gott?”

 

Liljan Jacobsen hevði eisini eitt orð við yvirskriftini: Undirmet ongantíð ein tanka, sum kemur frá Guði. Hon spurdi spurningin: ”Hvør av okkum reagerar, tá ið Guð vísir á onkran tørv?” Drongurin, sum gav Jesusi sín matpakka við fimm breyðum og tveimum fiskum, reageraði, og tað elvdi til eitt stórt undurverk. Hvar vóru hinir matpakkarnir?

Einaferð fekk onkur ein tanka um fylla skógvaeskjur og geva tær til tey, ið manglaðu. Hesin lítli tankin bleiv til nakað stórt, og í dag lata fólk skógvaeskjur um allan heimin. Til síðst vísti Liljan á trý punkt, ið eru verd at minnast til, tá ið tú fært ein tanka frá Guði. 

 

Tá ið sunnudagsskúli er, plaga børnini at elska kappingarnar! Á familjumøtinum var onki undantak. Møtið endar við kappingum uppi á pallinum. 

 

Møtið sæst á Youtube Keldan HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar