Hvat er mest grundleggjandi í Guds ríki?
Sonja I. Jacobsen, 17.10.2018

Soleiðis innleiddi Max Jalk møtið í morgun. Hann hevði, saman við konuni Tinu, møtið í morgun 14/10. Spurningurin til svarið, heldur hann, er fyrigeving.

 

Fyrigevingin er einasta grund til, at vit hava felagsskap við Gud, tí um Jesus ikki fór í deyðan fyri okkum, varð ongin fyrigeving fyri syndirnar hjá okkum. Tað eru nógv dømi í Bíbliuni um týdningin av fyrigeving. Eitt av dømunum tey bæði tosaðu um, er Matteus 6, 14-15 

 

Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; 

men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
 

Tað kann vera trupult at fyrigeva, men við Gudi er tað ikki ómøguligt; tað er eisini avgerandi fyri okkara heilsu at fyrigeva øðrum. Fyrigeving er eisini eitt val, men tað er av sera stórum týdningi at vit fyrigeva, tí Bíblian sigur, at tað er ein synd, um vit ikki gera tað. Vit vera eisini í Bíbliuni biðum um at elska okkara næsta og at halda frið við hvønn annan.

 

Pætur spurdi Jesus í Matteus 18, 21 hvussu ofta vit skulu fyrigeva, um tað var so ofta sum sjey ferðir. Jesus segði “sjeyti ferðir sjey ferðir”, sum merkir, so ofta sum tað er brúk fyri tí.

 

Um vit ikki liva í fyrigeving gerast vit løtt offur hjá óndum maktum. Í Matteus 18, 23-32 sigur Jesus líknislið um tann, sum skyldaði 10.000 talentir og fekk skuldina eftirgivna, men ikki vildi gera tað sama við ein, sum skyldaði honum. Tann ófyrigevandi tænarin varð givin bøðlunum í hendur, sum merkir, at hann kom at liva í ófriði og í álopum frá tí ónda.

 

Fyrigeving er nakað djúpt, sum eisini ferð víðari til at kunna vælsigna tann, sum hevur sært teg. Tað er ikki møguligt í egnari styrki, og tí er brúk fyri Heilaga Andanum. Tað er ikki uppgávan hjá okkum at døma hvønn annan, men lata Jesus døma.

 

Møtið sæst á Youtube Keldan HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar