Líknilsið um sáðmannin
Sonja I. Jacobsen, 10.10.2018

Og Hann segði við teir: "Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá skilja øll hini líknilsini!

Mark. 4,13.

 

Á møtinum sunnumorgunin talaði Búgvi Olsen, hjálparpastorur í samkomuni Kelduni, til okkara.

 

Búgvi nevndi, at Jesus undirvísti í líknilsum, har Jesus 1/3 av sínum talum tosaði um líknilsir. Líknislir eru ikki ein verulig hending, men Jesus brúkti hesi dømir úr gerandisdegnum fyri at vísa á andaligar sannleikar og meginreglur. Í hesum líknilsinum um sáðmannin vísir Jesus á, at hetta er sera umráðandi at skilja, fyri eisini at skilja hini líknilsini.

 

Ofta er 1. partur um líknilsið sjálvt, og í 2. parti greiðir Jesus frá, hvat líknilsið handlar um.

 

Líknilsið um sáðmannin í Markus 3 handlar um sáðmannin, sum sáar. Tað, sum er sáað í tær ymisku jarðirnar, er Guds orð. Sáðið er gott, men jørðin er ikki altíð góð. Tað, sum ger mun, er hvat fyri slag av jørð, sáað verður í. Jørðin er myndin uppá hjartað. Tey eru ikki altíð líka góð.

 

Líknilsið er um, at tað bleiv sáað í 4 ymiskar jarðir:

 

  • 1: Sáað við vegin: Nakað fall við vegin; tá tey hava hoyrt orðið, kemur Satan og tekur burt orðið. Jørðin er blivin hørð. Fuglarnir, sum pikkaðu sáðið, er mynd uppá Satan, sum tekur burt sáðið. Her tað eitt hjarta, sum er hart mótvegis Gudi.
  • 2: Sáað ígaddajørð: Her ikki nógv mold, grunt ella grútut lendi. Hesi taka alt fyri eitt við orðinum við gleði. Men tað endar ikki her! Sólin (mynd uppá trongd og atsøkn) kemur upp, stúran, trupulleikar ella onnur ting, tá følnaði ávøksturin. Hetta eru fólk, sum við gleði tóku við orðinum, men tað kom okkurt í vegin, sum gjørdi, at tey mistu trúnna. Tey høvdu onga rót, tí følnaði tað. Tað er umráðandi, at vit festa røtur sum trúgvandi, at vit eru plantaði. Vit mugu blíva plantaði við Guds kærleika, síggja og skilja, hvussu nógv Hann elskar okkum. Vit mugu vera rótfest og grundfest. Vit mugu eisini vera plantaði og grundfest í einum andaligum heimi, sum er samkoman ella kirkjan, har vit trívast og vaksa. 
  • 3: Sáaðmillum tornir: Hesi hava hoyrt orðið, men ymiskt kemur inn at køva. Her eru 3 sløg av tornum, sum oyðileggja sáðið.  1: Tímilig stúran. 2: Svikalig lokkan eftir ríkidømi, materiell ting, m.a. girnd eftir pengum. Hvussu er okkara hjarta mótvegis pengum? Einki kann keypa okkum ríkdóm, uttan Jesus. 3: Tráan eftir øðrum - at man setir annað fram um Jesus.
  • 4: Sáað ígóða jørð: hesi hoyra orðið og taka við tí. Hetta eru persónar, sum hoyra og taka við orðinum í trúgv. Hoyrarar og gerarar av Guds orði. Hesi bera ávøkst. Tað er Guds ynski, at vit skulu bera ávøkst, og at tað skal gangast okkum væl.

Hvussu er so við okkum, hvat fyri jørð vil tú vera? 

 

Møtið kann síggjast HER

 

Myndir kunnu síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

 

  

Sí fleiri greinar