Vit kunnu tað, sum Jesus kundi! 
Sonja I. Jacobsen, 01.10.2018

Tað var Rannvá Royðutoft við sínum fríska, alvorliga og skemtiliga lyndi, ið leiddi møtið og talaði. Breyðbróting var, og hon minti á, at breyðbrótingin eigur at vera okkum ein áminning um, hvat Jesus hevur gjørt fyri okkum. 

 

Ein sterk nærvera fylti rúmið henda dagin, og lovsangurin hekk væl saman við yvirskriftini, ið Rannvá hevði til sína talu. ”Komi títt ríki”. Talan snúði seg um, at vit í grundini ikki eru før fyri at gera nakað, uttan so vit taka ímóti Jesusi. 

 

Rannvá vísti á, at Jesus valdi at liva sum eitt menniskja. Tá ið hann var smádrongur, hevur hann helst verið ein fittur og skikkiligur drongur, men hann hevur altíð hoyrt Guði til. Skrivað stendur, at menniskjusonurin als ikki kann gera nakað í sær sjálvum. Hann kundi tó gera stórverk, so sum at grøða sjúk og reka út illar andar, tí hann – Jesus – livdi í einum tøttum og røttum forholdi til Guð. Av tí, at Jesus var eitt menniskja, kunnu vit nýta hann sum fyrimynd. Gera vit hetta, kunnu vit gera eins stór verk, sum hann. 

 

Ein fyrimyndarlig frásøgn er um, tá ið Jesus var úti í oyðimørkini og fastaði. Djevulin kom tá og freistaði hann, eins og hann kemur at freista okkum, tá ið vit eru í ringum tíðum. Tá ræður um at halda fokus, eins og Jesus gjørdi! Jesus helt fokus og sigraði av tí sama. 

 

Rannvá spyr, hvussu nógv vit vilja lata heilaga andan virka í okkara lívi. Tá ið lærisveinarnir vórðu sendir út at vitna, vórðu teir bidnir um, at ikki hava nakað við sær, tí teir skuldu vera í so tryggum hondum, og Guð skuldi nokk syrgja fyri teimum. Tora vit at lýta á hetta? 

 

Vegna Jesu blóð hava vit heimild til at forða fyri, at Satans veldi sleppur fram at, tí vit hava fingið ein autoritet. 

 

Ímóti endanum greiðir Rannvá frá einari hending, ið vísir, hvussu týdningarmikið tað er at vera lýðin. 

 

Møtið kann stroymast á YouTube Keldan HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen 

Sí fleiri greinar