Fimm súlur, sum halda visiónini uppi
Sonja I. Jacobsen, 25.09.2018

“Tað er nakað, sum eitur tær 5 súlurnar, sum halda visiónini uppi, har vit nema við tann bygnaðin, kann man siga, andaliga, sum vit byggja á sum súlur í samkomu okkara.”

 

Soleiðis innleiddi Pauli taluna hjá sær sunnudagin, um andaliga bygnaðin, sum samkoman er grundað á. Hann varð mintur á at taka hetta evnið upp fyri at minna samkomuna á súlurnar, sum kunna vera við til at gera okkum meira málrættaði og effektiv.

 

Í Kelduni hava vit formulerað fimm súlur, sum eisini er talið á fysisku súlunum í bygninginum hjá okkum. Á súlunum í salinum eru andaligu súlurnar skrivaðar. Hesar eru:

  • Guds orð
  • Bøn
  • Samfelag
  • Lovsangur/Tilbiðjan
  • Evangelisering

Í samband við fyrstu súluna las Pauli úr Ápostlasøguni 6, 7: Orð Guds hevði framgongd, og tal lærisveinanna í Jerúsalem vaks í stórum. Stórur hópur av prestunum gjørdist trúnni lýðin.

Guds orð er tað, vit vilja byggja á og boða. Tað hevur stóran týdning at hoyra orðið, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum. Orðið skapar vøkstur, broyting og gjøgnumbrot.

 

Bønin hevur kraft og varð eisini brúkt av teimum fyrstu trúgvandi til at biðja fyri tørvum. Soleiðis er tað enn. Vit kunna biðja fyri bæði samkomu og familju, samstundis sum vit eisini mugu biðja eftir Guds vilja.

 

Flestu menniskju leita eftir einum ella øðrum felagsskapi, sum tey kunna verða ein partur av. Avbjóðingin hjá samkomuni er at fáa trúgvandi at føla seg sum ein part av felagsskapinum her. Vit hava øll brúk fyri at føla, at vit hoyra til. Tá vit verða frelst, gerast vit partur av einum størri felagsskapi. Vit hava brúk fyri einum felagsskapi, har tað er lív; lívið er í Guds likami. Eru vit partur av einum felagsskapi, so er tað eisini tørvur á, at vit involvera okkum í hann. Í samkomuni eru nógvar ymiskar tænastur, har tað er møguligt at geva av sínari tíð. Í einum felagsskapi kunna vit eisini stuðla og eggja hvønn annan.

 

Lovsangur og tilbiðjan var ein partur av gudsdyrkanini í Gamla Testamenti, har templið var tann bygningurin, har Gud var tilbiðin. Lovsangarar vórðu eisini brúktir at ganga fremst, tá tað var farið í kríggj. Tað eru ymisk sløg av tilbiðjan og tað, sum tað snýr seg um, er at vit hava hjartað við í tí, vit gera. Hvussu lovprísa vit? Tá við tilbiðja, kemur Hann nær.

 

Í Matteus 4, 19, sigur Jesus, at hann skal gera okkum til menniskjafiskimenn. Hetta merkir, at vit skulu vera við til at boða Hansara orð. Í Nýggja Testamenti eru nógv dømir um, hvussu gleðiboðskapurin varð boðaður. Filip er eitt gott dømi, tí tá hann kom til Samaria, boðiði hann gleðiboðskapin fyri einari stórari fjøld, sum tók væl ímóti tí, hann segði. Hann er eisini eitt gott dømi, tá tað kemur til at evangelisera ein til ein, tí hann tosaði eisini við ein etiopiskan hirðmann, sum tók við tí Filip boðaði.

 

Samkoman, sigur Pauli, er fyri øll, og hon skal kunna vera eitt stað, har gávurnar hjá einstøku limunum kunna brúkast, og vit kunna vaksa. Vit mugu eisini vera sameind og fara sama veg. Soleiðis gerast vit málrættað og effektiv.

Pauli endaði við at leggja dent á, at vit kunna øll hava eitt sindur av teimum 5 súlunum, men at tað allarhelst er so, at vit kenna okkum best aftur í onkrari av teimum. Rannsakandi spurningurin, Pauli endaði við, var: Hvørja súlu hevði tú stillað teg við?

 

Møtis kann stroymast HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar