Frískúlin Keldan er eitt kall
Sonja I. Jacobsen, 17.09.2018

”Tá eg og Annika skulu siga nakað á møtinum, so kunnu tit nokk rokna út, at tað fer at handla um frískúlan – og tað fer tað eisini.” Tað segði Jastrid Høj, sum leiddi møtið sunnumorgunin tann 16. september.

 

Umframt Jastrid og Anniku, høvdu eisini Bodil Olsen (yngra) og Borghild Olsen orðið. 

 

Fyrst greiddi Jastrid frá um frískúlan. Hon segði, at skúlin er eitt kall, og hóast vit kunnu hava nógv argument ímóti frískúlanum, so er tað soleiðis, at tá Harrin hevur lagt okkum nakað á hjartað, so er tað týdningarmikið, at vit eru líðin.

 

”Vit hava eisini lærarar á skúlanum sum ganga í øðrum samkomum, og umleið 55% av næmingunum hava Kelduna sum heimasamkomu. Restin hevur tilknýti til aðrar kirkjur og samkomur, og summi hava onga samkomu,” segði hon.

 

Jastrid segði eisini, at visjónin um frískúlan er størri enn bara skúlin. 

 

”Vit eru til dømis partur av einum Norðurlendskum samstarvi,” segði hon. 

                      

Bardagi í andans verð

Jastrid segði, at hvat frískúlanum viðvíkur, so er tað ein bardagi í andans verð. Hon segði, at tað hevur stóran týdning, at samkoman tosar væl um arbeiðið, sum verður gjørt, og biður fyri hesum. 

 

”Tað eru nøkur, sum eru dúglig til at uppmuntra og biðja fyri hesum arbeiðinum,” segði Jastrid og nevndi í tí sambandinum Borghild Olsen. Hon bað hana koma fram móti pallinum.

 

Borghild segði, at frá fyrstu ferð, hon hoyrdi, at vit skuldu gera ein frískúla, hevði hon biðið fyri, at skúlin skuldi vera til signing – eisini fyri heimini og samkomurnar, har børnini ganga. 

                      

Borghild stríðist í løtuni við sjúku, og í tí sambandi varð biðið fyri henni.

 

Øll hava síni fingramerki

Bodil Olsen, sum er lærari í frískúlanum, greiddi frá ymiskum tonkum, sum hon hevði um skúlan. 

 

”Eg trúgvi, at Gud hevur kallað meg til at vera lærari,” segði hon. Hon helt tað vera nakað serligt, at bæði lærarar og næmingar koma ymsastaðni frá – úr ymsum samkomum og kunnu standa saman um nakað, sum er felags fyri okkum øll.

 

”Øll menniskju hava síni fingramerki, og eingin hevur líka fingramerki – vit eru øll serstøk,” segði Bodil. Hon segði, at vit kunnu seta okkara fingramerki – bæði góð og ring – eftir okkum, har vit eru.

                      

”Tað er umráðandi, at vit hugsa um, hvørji fingramerki vit seta eftir okkum,” segði Bodil.

 

”Eg trúgvi, at frískúlin er til hesa tíðina. Málið er, at børnini skulu mennast bæði andaliga og persónliga, og at tey skulu gera mun í samfelagnum,” segði hon. 

 

Kunnu spyrja Gud um ráð

Vit kunnu onkuntíð ivast í, hvat vit skulu gera og nær. Tá er gott, at vit kunnu spyrja Gud. 

 

”Tað gjørdi Sálomon, tá hann skuldi taka við sum kongur,” segði Bodil.  

                      

Vit kunnu halda, at tá eg eri komin so og so langt andaliga, tá kann eg tæna Gudi, men tað er umráðandi, at vit tæna Honum nú, tí vit koma ongantíð so langt, at vit verða fullkomin,” segði hon.

 

Bodil segði eisini, at tá vit lesa í Kongabókunum og Sámuelsbókunum um kongarnar, so síggja vit, at tá kongurin var góður, so gekk væl í landinum. Var kongurin ringur, so gekk illa í landinum. Tí er umráðandi, at vit biðja fyri leiðarum.

 

Hon minti eisini á, at Gud, sum gjørdi undur fyri nógvum árum síðani og sum ger undur aðrastaðni í heiminum í dag, er tann sami her hjá okkum í dag.

 

Gev Gudi títt hjarta og tína styrki og elska onnur

Annika Høj tosaði eisini um at seta síni fingramerki. Hon las Markus 12, 30-31, har tað stendur:

                      

Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni."

Annað er hetta: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan." Størri enn hesi er einki annað boð."

 

”Vit skulu geva Gudi okkara hjarta – tað besta sum vit eiga, okkara styrki – ta orkuna, sum vit hava, til at tæna honum, og vit skulu elska okkara næsta sum okkum sjálv,” segði Annika.

 

Hon segði, at ein samkoma hevur brúk fyri, at vit standa saman – júst sum eitt fótbóltslið, har eingin kann spæla einsamallur, og eingin kann spæla á øllum plássum á liðinum.

 

”Vit hava ikki øll fingið somu uppgávu, men ver tú tú,” segði hon.

 

Vegurin frá dreymi til veruleika

”Alt byrjar við einum hugskoti ella dreymi, men fyri at dreymurin skal blíva til veruleika, mást tú gera nakað,” segði Annika. Hon undirstrikaði, at tað er neyðugt at líta á Gud og onnur menniskju. 

 

Hon vísti dømi, har hon í skúlanum skuldi brúka eina mynd av einum træi. Hon skaffaði eina tekning á internetinum og helt, at hetta var tað. Men seinni gjørdi Sonja ein málning av trænum, og tað bleiv nógv vakrari. - Annika hevði dreymin, men saman við Sonju bleiv úrslitið nógv betri.                                  

 

”Tá tú gevur Gudi tað, sum tú hevur, so kann hann broyta tað til nakað stórt og vakurt. Handla eftir tínum dreymi og lat hann taka yvir,” segði Annika Høj. 

 

Møtið endaði við einum lovsangi. Judit Royðutoft og Kirstin Olsen leiddu lovsangin.

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar