Far tú og ger tað sama!
Sonja I. Jacobsen, 13.09.2018

Á møtinum sunnumorgunun 9/9 høvdu vit vitjan av samkomuleiðarunum úr Oasuni í Hoyvík, hjúnini Eyðun og Julia Zachariasen.

 

Eyðun byrjaði við at tosa um hin miskunnsama Samariubúgvan í Luk. 10. Her kemur ein lógkønur til Jesus og spyr hann, hvat hann skal gera fyri at fáa ævigt lív? Tá svaraði Jesus honum og spurdi hann, hvat stendur skrivað í lógini. "Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan." Jesus svaraði: "Tú svaraði beint - ger hatta, so skalt tú liva!" Tann lógkøni var ikki nøgdur og spurdi so, hvør er tá mín næsti? 

 

Tað er her søgan um hin miskunnsama Samariubúgvan kemur inn, og Jesus byrjaði at fortelja søguna. Tá Jesus hevði sagt søguna um hin miskunnsama Samariubúgvan, endaði hann við at spyrja, hvør av hesum royndist sum næsti hansara, sum var fallin í ránsmannahendur? Tá svaraði tann lógkøni, at tað var tann, sum vísti honum miskunn. Jesus svaraði, ”Far tú og ger tað sama!”

 

Eyðun nevndi, at hettar kann verða ein avbjóðing hjá okkum øllum. Presturin og Levitturin vóru upptiknir av tí, sum hoyrdi templinum til, og teir skundaðu sær framvið manninum, sum var fallin og særdur. Teir sóu ikki møguleikan her og nú. Hesir Guds tænarar hjálptu ikki særda manninum. Hvat hugsaði tann særdi maðurin um hettar? Samariubúgvin, sum kom framvið, hjálpti manninum, brúkti tíð, pening, sína ogn og orku uppá at hjálpa manninum. 

Hvussu er við okkum? ”Far tú og ger tað sama” Gera vit tað? Síggja vit menniskju, sum hava tørv á hjálp?

 

Eyðun kom eisini inn á søguna um Samaria, stríðið millum Jødar og Samariubúgvar. Hann kom inn á, hvussu Samaribúgvar vóru blandað fólk, sum vóru kúgað, og at Jødarnir vanvirdu teir.

 

Eyðun endaði við at nevna dømi út frá bíbluni, har Jesus ikki gjørdi mannamun. Hann gekk mitt millum Samariubúgvarnar. Í Luk. 17 blivu 10 spidalskir reinsaðir, tá teir sóu Jesus. Her vendi bert ein aftur at siga takk, og tað var ein Samariubúgvi. Jesus setir virði á hin vanvirda. Hann ger ikki mun.

 

Tá Eyðun var liðugur, hevði Julia, kona Eyðun, eitt orð til okkara. Hon tosaði um okkara uppgávu sum trúgvandi. 

Vit skulu skína sum himmalljósið fyri heiminum. Fil. 2: 15: so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum.

 

Men hvat er so eitt gott lív? Her nevndi Julia ymisk rák, sum eru frammi í dag, serliga um heilsu og at liva sunt. Her nevndi Julia, at tað er meiri umráðandi at vit røkta okkara andaliga tørv, um vit ikki gera tað, so strekkir tað ikki langt. 

Okkara likam er tempul heilaga andans. Lívið gongur upp og niður fyri øll. Hvønn hava vit sett okkara álit á?  

 

Julia nevndi, at sjálvt um tað er øðrvísi at skína í dag – kanska verri enn tað hevur verið - so má tað ikki taka mótið frá okkum. Vit skulu ikki bera ótta. 

 

Møtið kann síggjast HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar