Tað snýr seg ikki um teg, men um Guð
Sonja I. Jacobsen, 04.09.2018

Tað var Pauli Høj, pastorur, ið leiddi møtið henda sunnudagin 2/9.


Alice Frederiksberg greiddi frá um undirvísingina fyri 6. flokk og eldri, sum verður fyrsta sunnudag í hvørjum mánaða. Til undirvísingina fara tey at læra um ymisk evnir, sum kanska eru torfør at skilja, tá ið man situr til eitt vanligt møti. Fyrsta undirvísingin var henda dagin, og møttu nógv upp! Sunnudagsskúlin er eisini byrjaður aftur og er sum vant hvønn sunnudag.

Ólavur Jacobsen skal tala og hevur konuna Liljan Jacobsen við, og sleppur hon eisini framat við einum orði. Hon minnir á, at vit verða testað á teimum økjum, vit eru veikast. Øll hava vit hvør síni økir, har vit eru veik, og tí mugu vit ansa eftir at ikki fordøma við at hugsa: ”Hvussu kundi hon/hann lata seg freista av hasum?” Jesus hevur lovað at gera ein útveg úr freistingini, og tí er týdningarmikið at altíð hava hann við sær, hóast tað ikki tykist hóskandi ella stuttligt. Til hesa áminning lesur hon úr 1. Kor. 10,12: ”Tann, ið heldur seg standa, síggi tí til, at hann fellur ikki!” Liljan vísir á eitt av sínum veiku økjum. Tá ið hon fer í holt við okkurt nýtt, kann hon byrja við at biðja Jesus um at hjálpa sær, men hon móttekur bara hjálpina, inntil hon følir seg nóg sterka til at megna tað sjálv.

Yvirskriftin til taluna hjá Ólavi í dag er lovprísan. Hann leggur út við at lesa úr Áp. 16, har vit lesa um Silas og Paulus, sum sita í fangahúsinum og syngja lovsang til Guð, og so spyr hann: Hvønn týdning hevur tað – lovsangur - fyri okkum?

Tað er viðhvørt, at vit koma í royndir og freistingar, og viðhvørt hava vit sjálvi skyldina í tí, tí vit velja at ikki flýggja frá tí. Tá ið vit hava ein trupulleika, eiga vit at biðja til Guð og venda okkara eygu á Hann, tí tá eiga vit at síggja, hvussu stórur Guð er í mun til okkara trupulleika. Kanska ert tú har, at tað er myrkur í tínum lívi. Ólavur ynskir at fortelja tær, at Guð er tín hjálp. Um tú vendir tær til Hann, byrjar tú at síggja, hvussu stórur Hann er, og at Hann kann hjálpa tær. Júst sum tá ið vit fara til tey, sum hava betri eginleikar enn vit sjálvi innan eitthvørt, soleiðis eigi eg at fara til Guð, tá ið eg havi onkrar stórar myrkar trupulleikar.

Ólavur siterar dóttur sína Hannu, sum hevur skrivað ein tekst til ”Orðið”, sum er at finna á heimasíðuni. Vit hava ofta hug at avmarka Guð. Úr eygunum hjá menniskjum sær tað ofta út til, at har er eingin útvegur, og tí síggja vit onga vón – men fyri Guði er onki ómøguligt.

Í 2. Krøn. 20 lesa vit um, tá ið Ísrael fer í bardaga, og Jósafat kongur kemur í djúpa neyð. Hann fer tá í bøn til Guð, og seinni lesa vit, at lovsangarar skuldu ganga fremst í herinum. Lovsangur/lovprísan er ein máti at úttrykkja sína trúgv.

Ólavur hevur stríðst við ótta á nøkrum økjum í sínum lívi. Ongin hevur vitað av tí, og tað er tað ikki altíð at fólk gera. Hann kendi Guðs orð og hansara lyftir, men tað var ikki fyrr enn hann handlaði uppá tað, at hann varð settur í frælsi. Hann bað og lovprísaði Guði, hóast hann ikki hevði hug, men hann valdi at gera tað! Ígjøgnum nakrar dagar har hann hevði lovprísað og yvirgivið seg, upplivdi hann, at hann varð fullkomiliga loystur úr leinkjunum.

Ólavur vil uppmuntra fólki til at gera tað sama. Tak eina avgerð um at prísa Guði, óansæð hvat tú følir – tað handlar ikki um teg tá, men um Guð. Tá ið tú tekur ímóti orði Guðs, vil orð Guðs hjálpa tær.

 

Síggj møtið á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar