Bethel Music komin til Føroya
Sonja I. Jacobsen, 04.08.2018

Fríggjakvøldið lendu Hunter Thompson og Bethany Wohrle saman við bólki í Vágum. Tey eru glað fyri at vera her, og fyri Hunter hevur tað verið ein dreymur frá barni av at sleppa til hesar oyggjar.

 

Tey hava brúkt leygardagin til at hyggja seg um á vøkru oyggjunum, og eisini hava tey fyrireikað seg til konsertina sunnukvøldið, sum tey eru sera spent til.

 

Sigast kann um Hunter, at hóast sín unga aldur hevur hann verið virkin sum lovsangsleiðari og sangskrivari hjá samkomuni Bethel, síðan hann var fyrst í tjúgunum. Hann hevur verið við til at skriva fleiri sangir á seinnu útgávunum hjá Bethel Music, m.a. Come Awaken Love (Tides and Tides live), Home (We Will Not Be Shaken) og Be Enthroned (Have it all).

 

Bethany vaks upp í einari sera musikalskari familju. Hon skilti ikki heilt salvilsið, ið var yvir hennara lívi fyrr enn familjan seldi alt og flutti fyri at gerast partur av Bethel School. Tað hevur verið ein vøkur ferð fyri hana at vera partur av samkomuni og lovsangstoyminum.

 

Bethel Music eru kend fyri teirra heilhjartaða lovsang, og síðan 2001 hava tey givið út fleiri enn 31 fløgur og fleiri stakløg.

 

Tey verða á palli í Kelduni sunnukvøldið 5. august kl. 20.

 

Dyrnar lata upp kl.18, og møguleiki verður eisini at keypa fisk og kips frá Sjógæti.

Sí fleiri greinar