Guð lyftir tey niðurtyngdu!
Sonja I. Jacobsen, 03.07.2018

Ymiskt var á skránni til sunnudagsmøtið 1/7. Ólavur Jacobsen leiddi møtið, Kristina Nónklett og Eyðun Jacobsen leiddu lovsangin. Eyðun hevði eisini eina sangframførslu og barnavælsignilsi var. Nú tá ið summarið er, er eingin sunnudagsskúli, men ein barnaløta í barnasalinum. Til sjálvt møtið, vórðu barnasangir sungnir, ið øll – ung som gomul – kundu relatera til! Í sambandi við barnavælsignilsið las Ólavur úr Markus 10, tá ið Jesus vælsignar smábørnini. 


Í sambandi við innsavnan av tíggjund, heitti Ólavur á fólk um at geva av hjarta, og ikki tí tey føldu seg tvungin. Hann vísti tá á 2. Kor. 9v6: ”Men hetta sigi eg: Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.”

Lissi Hansen talaði í dag, og greiddi hon frá, at hon hevði fingið íblástur til taluna frá túrinum í Singapor. Yvirskriftin til taluna var: Himmalljós í heiminum. Hesa yvirskriftina hevur hon úr Fil. 2v 13 og 15: ”tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka. […] fyri at tit mega verða lýtaleysir og reinir, ólastandi børn Guðs mitt í eini spiltari og rangari ætt, har sum tit sýna tykkum eins og himnaljós í heiminum.”

Kjarnin í taluni kundi sigast at vera sitatið, sum hon hoyrdi Pastor Lia siga, tá ið tey vóru í Singapor. Sitatið ljóðaði soleiðis: ”God seperates before He elevates.” Hetta vil siga, at áðrenn Guð upphevjar, fráskilir hann tað óreina. Til hetta nýtti hon Jósef og Dánjal sum dømi. Hesir báðir skuldu fyrst ígjøgnum eina torføra og drúgva tíð, áðrenn Guð upphevjaði teir. Henda drúgva tíðin gjørdi, at teir máttu standa treystir. Lissi nýtti fleiri onnur dømi, at lýsa týdninginum í hesum sitatinum, men hugsanin aftanfyri tey var, at viðhvørt fara vit ígjøgnum truplar tíðir, ið kunnu vera við til at føra okkum tættari at Guði og fáa okkara andaliga lív til at vaksa.

Í Sálmi 23 lesa vit um, at Guð forsyrgir okkum eisini meðan vit hava tað trupult! Eisini lesa vit, at hann borðreiðir fyri okkum. Lissi minti okkum á, at tá ið vit hava tað tungt og trupult kann hetta vera ein innbjóðing til tað dekkaða borðið! Soleiðis kann Bíblian tala vón til okkara lív. Bíbliuna kunnu vit nýta sum vápn, tá ið djevulin freistar, eins og Jesus gjørdi tá ið hann var í oyðimørkini. Hvørjaferð djevulin freistaði hann, svaraði hann við: ”Skrivað stendur…” Fyri at vit kunnu nýta Bíbliuna sum vápn, mugu vit fylla okkum við Orðinum!

Lissi segði seg hava hugt eftir, hvat er farið fram, tá ið vekingar koma fyri. Hon greiddi frá vekingini á Hebridunum í 1949, har tað alvorliga vísti seg, at bøn ger mun! Har hendi eitt stórt gjøgnumbrot.

Hon endaði taluna við at vísa á, at Guð ger ikki mannamun:
2. Krøn. 7:14: ”- um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.” - Tað, sum hendi á Hebridunum kann henda her!

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar