Synd og náði
Sonja I. Jacobsen, 19.06.2018

Vit lesa í Mósebókunum um Guds útvalda fólk, hvussu strævin tey mangan vóru - bæði fyri Gud sjálvan og fyri Móses – og tann harða dóm, tey eisini fingu fyri sítt ólýdni. Eingin náði, bert miskunnarleys revsing. Ja, serliga í 5. Mósebók kap. 28. Frá 15. versi lesa vit um alla ta straff, tey fingu, um tey ikki hildu Guds fyriskipanir. 

 

Men um vit lesa tey fyrstu 14 versini í sama kapittuli, síggja vit harafturímóti allar tær singingar, Gud lovaði teimum, ið vóru Honum lýðin og hildu boðorð Hansara.

 

Eg kundi hugsað mær, at fólk okkara – serliga tey ráðandi – lósu hendan kapittul.

 

Signing og náði

Vit lesa í Jóh. 1, 17: 

lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi.

 

Jóhannes skrivar um nakrar farisearar, sum komu við eini konu, ið var tikin í hordómi og vildu hava Jesus at døma hana eftir Móselóg; Jesus mótsegði teimum ikki, men hann bað tann, sum var syndafríur kasta fyrsta steinin. Allir rýmdu, teir elstu fyrst. Jesus stóð eftir og vísti henni náði.

 

Skrivað hevur Óli Abrahamsen

Sí fleiri greinar