Ein dropi í havinum
Sonja I. Jacobsen, 18.06.2018

Brot úr talu í Kelduni sunnudagin tann 17. juni 2018.

 

Vit siga ofta um okkurt, sum munar lítið, at tað er ”sum ein dropi í havinum”. Samlaða nøgdin av sjógvi á jørðini sigst vera umleið 1,35 mia. kubikkkilometrar, so har munar ein dropi ikki nógv.

 

Men veruleikin er, at eingin dropi í havinum er meira enn bara ein dropi í havinum, og kortini er havið stórt, tí at hesir smáu droparnir eru so nógvir í tali.

 

Tú ert eisini sum ein dropi í havinum í tí samlaða universinum. Einsamallur munar tú ógvuliga lítið, men tú kanst broyta nógv, har sum tú ert, við at vera ”ein dropi” í Guds vilja - saman við øllum hinum ”dropunum”. 

 

Hyggur tú eftir tær sjálvum ella eftir møguleikunum?

Í Bíbliuni eru nógv dømi um persónar, sum Gud kallaði, men teir hugdu at sær sjálvum og staðfestu, at teir vóru bara ein ”lítil dropi í havinum”:

 

  • Móses bleiv kallaður sum 80 ára gamal seyðahirði í oyðimørkini, og hann segði, at hann hevði ringar talugávur, men Gud vildi kortini brúka hann.
  • Gideon segði, at hansara ætt var tann vesaligasta í Manasse, og hann var yngstur í teirra húsi, men Gud brúkti hann.
  • Jónas flýddi undan uppgávuni, sum hann fekk, men Gud vildi brúka hann.
  • Jeramia helt seg vera ov ungan, men Gud segði við hann, at Hann hevði valt hann út, áðrenn hann var myndaður í móðurlívi.

                                                                                                            

Men hirðadrongurin Dávid dugdi at síggja, at hóast Goliat var ein ”nógv størri dropi, enn hann var”, so hevði hann allan Guds herð við sær. 

 

Tú ert bara ein ”dropi í havinum” – ein av nógvum - men sært tú bara teg sjálvan, ella sært tú møguleikarnar, tá tú ert ein av nógvum í Guds ætlan?

 

Soleiðis fáa vit allan heimin frelstan

Í Kelduni hava vit eitt mál, sum eitur ”Ein afturat fyri Jesus” - ein um árið í part. Hvat munar tað, tá tað búgva 7,5 mia. menniskju í heiminum? Er tað ikki bara ein dropi í havinum?

 

Jú. Men um vit eru 150 fólk í Kelduni, sum í ár vinna ein afturat fyri Jesus í part, so verða vit 300, tá hetta árið er liðugt. Og halda vit fram næsta ár (øll hesi 300), so verða vit 600 tá. Í 2020 verða vit 1.200 (tað vil siga, at ikki øll passa inn í Kelduna). Um 8 ár eru allar Føroyar frelstar við hesi gongdini, og einaferð tíðliga í 2043 er allur heimurin frelstur.

 

So nógv munar ”ein dropi í havinum”.

 

12 lærusveinar broyttu allan heimin

Jesus valdi sær 12 lærusveinar, og Hann segði við teir: ”Farið út og gerið øll fólkasløg til Mínar lærusveinar.” Hvør einstakur av hesum 12 var bara ”ein dropi í havinum”, men orsakað av hesum fáu monnunum, sita vit her í dag – næstan 2000 ár seinni.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar