Útrætta hondin í ”aktión”
Rúna M. Rubeksen, 28.11.2014

Mánamorgunin kl. 9 møttu fleiri av okkara fólki í Kelduni. Tey vóru komin fyri at hjálpa til at gera fiskafrikadellur, sum ”Útrætta Hondin” fer at deila út hesi jólini. Byrja var við morgunmati, og síðan var farið í gongd við at krydra, elta og steikja gullaksafarsið. Bæði arbeiðslagið og lagið annars var gott á fólki. Tað gekk skjótt fyri seg, og samanlagt blivu gjørdar uml. 900 frikadellur. Tað má sigast at vera óført. Væl møtt aftur mánadagin 1. desembur.

 

Skrivað hevur Birgit Frederiksberg

Sí fleiri greinar