Morgunmøtið 17. juni
Sonja I. Jacobsen, 17.06.2018

Á møtinum sunnudagin tann 17. juni høvdu Oddbjørg og Helgi Abrahamsen orðið, og eisini var millum annað barnavælsignilsi á skránni. Lítli Jan (sonur Markus og Dianu Olsen) varð vælsignaður.

 

Oddbjørg sang ein sang um leirkerasmiðin, sum byrjar av nýggjum, hvørjaferð eitt keri miseydnast. Hon segði eisini nøkur orð um hetta evnið. Brot úr taluni hjá Helga sæst í aðrari grein HER.

 

Pauli leiddi møtið, og hann greiddi eisini frá ferðini, sum hann og Bjørgfinnur hava gjørt í Ísrael.

 

Judit og Bodil leiddu góðan lovsang, har tær millum annað høvdu onkran nýggjan sang á skránni. Nógv fólk vóru á møtinum.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

Sí fleiri greinar