Latið okkum vera sterk í Harranum!
Sonja I. Jacobsen, 11.06.2018

Á møtinum sunnumorgunin tosaði Búgvi um at vera sterk í Harranum. Hann innleiddi við at vísa á kanning, sum vísir, at trúgvandi ikki lesa nóg nógv í Bíbliuni. Sambært kanningini lesa 1 út av 5 trúgvandi ikki í Bíbliuni. Hinvegin lesa 1 út av 5 trúgvandi í Bíbliuni hvønn dag. Kanningin vísti eisini á, at trúgvandi gjarna vilja hava eitt gott forhold til Gud, men at tað ikki altíð stendur so væl til við innsatsinum fyri at hava tað forholdið.

 

Vit hava øll brúk fyri at vera sterk fyri at kunna møta trupulleikum á vegnum. Tað er av stórum týdningi, at vit eru sterk, fyri at samkoman kann vera sterk eisini. Búgvi brúkti Efesus 6 fyri at vísa á, hvussu vit kunna tryggja okkum, at vit eru nóg sterk. Vit verða biðin um at fara í øll herklæði Guds, so vit kunna standa eftir at hava vunnið sigurin. Bardagin er ikki móti blóði og holdi, men tað er ein bardagi móti einum óndum andaheri.

 

Í Efesusbrævinum 6 stendur, at vit skulu lata okkum í:

  • Brynju rættvísinnar
  • Skógvar, sum vísir á bardagahugin
  • Skjøldur trúarinnar
  • Hjálm frelsunnar
  • Svør Andans

Harumframt stendur í vers 18, at vit mugu vera biðjandi í Andanum alla tíðina.

 

Búgvi endaði við at undirstrika týdningin av, at vit eru sterk, og at vit eisini hjálpa hvørjum øðrum í veikum løtum. Tað gevur eina sterka og sunna samkomu og samkomulimir.

 

Møtið sæst HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar