Ver lýðin og just do it! 
Sonja I. Jacobsen, 29.05.2018

Búgvi leiddi møtið sunnumorgunin. Tað serliga við hesum sunnumorgni var, at ungdómsvælsignilsi var á skránni. Bólkurin Purple Hulls var í Føroyum á øðrum sinni, og framførdu tær eitt lag í møtinum.

 

Fokus var á ungdómin. Búgvi vísti á, hvussu Guð nýtti ungdómin til hansara stórverk. Hann nevndi m.a. Gideon, Sámuel og Mariu, ið øll høvdu til felags, at tey vórðu kallað av Guði sum ung.

 

”Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan? Við at halda seg eftir orðinum.” Sálm. 119, 9.

 

Bjørgfinnur Heinesen lýsti við tiltakinum Prayer Breakfast. Saman við fleiri øðrum skal hann til Ísrael og heitti á samkomuna um at vera við teimum í bøn. 

 

Tað var pastorurin í samkomuni, Pauli Høj, ið talaði henda morgunin. Yvirskriftin var soljóðandi: ”JUST DO IT”. Við hesari yvirskriftini vildi Pauli eggja okkum sum trúgvandi at traðka út og at vera lýðin. Just do it – ger tað bara. 

 

Pauli deildi taluna upp í trý punkt:

  • Móses. Tað var ein ordans avbjóðing, Móses fekk, tá ið hann fekk sum uppgávu at leiða fólkið úr trælahaldinum og inn í lovaða landið.  Í 2. Mós. 14:14-16 stendur: ”Harrin skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still! Harrin segði nú við Móses: ”Hví rópar tú til Mín! Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu fara longur! Lyft stav tín og rætt út hondina yvir havið og klúgv tað sundur, so Ísraelsmenn fáa farið um havið á turrum!”” Við øðrum orðum kann man siga, at Guð segði við Móses: ”Just do it!”
  • Pætur. Hóast allar skeivleikarnar, brúkti Guð Pætur til nógv. Í dag kunnu vit næstan verða uppmuntrað av at lesa um hansara feilir. Tey flestu av okkum kenna frágreiðingina um, tá ið Pætur gekk á vatninum. Lærisveinarnir halda í fyrstu syftu, at teir síggja eitt spøkilsi, men tá ið teir leggja til merkis, at tað er Jesus, vil Pætur út á vatnið fyri at koma yvir til Hann. Í stuttum kann sigast, at Jesus segði soleiðis við Pætur: ”Just do it!”.  
  • Paulus. Í Áp. 27 lesa vit um Paulus, ið var á veg til Rom, tikin sum fangi. Tá ið skipið kom í havsneyð, fekk Paulus vitjan av eingli, ið heitti á hann um at ikki vera bangin. Paulus fær tá gott mót, tí hann hevur sett sítt álit á Guð, og heitir á hinar menninar at gera tað sama. 

 

Eitt felagsfyribrigdi fyri hesar tríggjar hendingarnar er lýdni. Í lýdni gjørdu hesir tað, ið teir fingu boð um, og við áliti komu teir í gjøgnum tað. Viðhvørt kann Guð leggja okkum okkurt á hjartað, ið kann tykjast meiningsleyst, men tað er tá, at vit eiga at vera lýðin – tí Guð ger undur! 

 

Pauli vísti eina mynd av gomlu Keldu og greiddi frá kallinum, hann fekk saman við leiðsluni. Tað lá teimum á hjarta at byggja Harranum ein størri bygning hinumegin ánna, og tískil fóru tey í gongd. Tilgongdin var long, men trúgvin var sterk og lýdnið við. 

 

Neh. 2:12: ”Fór eg upp um náttina við nøkrum fáum monnum; men eg hevði ongum menniskja sagt, hvat Guð mín hevði lagt mær á hjarta at gera fyri Jerúsalem…”

 

Heitt verður á at leggja til merkis, hvat Guð hevur lagt okkum á hjartað. 

 

Pauli endar taluna við at heita á fólkið um at gera tað, sum rætt og reint er. Hann endar við versinum Fil. 4, 8: ”Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!” Versið var meint at vera til uppmuntran at  hugsa um tað góða, tí gerðir okkara verða ávirkaðar av hugsanum okkara. Eisini er neyðugt at taka Guðs orð til sín, tí tað ávirkar eisini tínar gerðir. 

 

Til síðst vóru tey ungu vælsignað. Tey hava gingið í skúlanum í 7 ár – summi í 8 ár. Tey verða biðin fyri og fáa hvør sítt bíbliuvers.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar