Verið brennandi í Andanum
Sonja I. Jacobsen, 08.05.2018

Pauli tosaði á møtinum sunnumorgunin 6. mai um at vera brennandi. Til at vísa týdningin av at vera brennandi, brúkti hann serliga tvey brot úr Nýggja Testamenti. Tað fyrra er Rómbrævið 12, 11-12:

 

11Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum - tænið Harranum!


12Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
 

Tað er av sera stórum týdningi at vera brennandi, um vit skulu hava tað gott, bæði andaliga og í øllum øðrum viðurskiftum í lívinum. Tað kann smitta onnur rundanum okkum, um vit liva eitt lív sum brennandi kristin. Ein spurningur, sum Pauli setti, var, um vit vilja vera brennandi. Í hansara føri er tað neyðugt, serliga í mótgangi, tá tað eru ymiskar royndir. Tá ger tað allan munin at vera brennandi.

 

Eisini brúkti Pauli 1. Pætursbræv 4, 7-12:

 

7 Men endi als er nær; verið tí árvakin og edrú til bønir!


8 Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!


9 Verið gestablíð hvørt við annað uttan at meinskast!


10 Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!


11Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen.


12 Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið komin er yvir tykkum til at royna tykkum - sum tað var nakað undarligt, ið hendi tykkum!
 

Tá Pætur skrivar, eru tey trúgvandi fyri stórari mótgongd og verða forfylgd av rómversku myndugleikunum. Eldurin kann virka reinsandi, líkasum gullið verður reinsað av eldinum. Gud reinsar okkum fyri at gera okkum enn meira ektaði. Tað loysir seg at halda á í trongdunum, og Gud vil gera teg brennandi, og tað er tí, Pætur minnir tey trúgvandi um ikki at missa mótið, men gleðast. Royndirnar staðfesta, at vit eru á rættari leið. Tað er sunt at kenna eitt sindur av mótstøðu, so vit vita, hvat vit gera við tað.

 

Samkoman hjá okkum hevur verið í fokus ta seinnu tíðina, og tað hevur verið nakað, sum hevur verið hart, men sum hevur samlað okkum. Vit hava eitt felags mál, og tað kann tendra ein eld í okkum øllum, at vit vilja verja samkomuna.

 

At vita, at endin er nær, ger, at vit eru meira himmalvend. Vit fara eftir teimum andaligu tingunum; tað ávirkar mítt fokus, hvør fær fyrstaplássið. Bønin er sera týdningarmikil, og er tað so, at vit halda, at vit ikki hava verið nóg biðjandi, so kunnu vit gera nakað við tað nú. Vit eru noydd at gera okkum ómak, fyri at bønirnar hjá okkum skulu bróta ígjøgnum. Dagliga lívið hjá okkum ger, at vit mugu gera okkum ómak við tí, vit gera. Oyru Harrans eru vend til okkara bønir. Vit kunnu søkja Harran í bøn, og tað kann gerast á bønarmøtunum, vit hava í samkomuni. Pauli eggjar tí samkomulimunum at møta upp til tey møtini.

 

Tað hevur stóran týdning, at vit verða brennandi fyri at kunna vera við í arbeiðinum fyri at vinna aftur tað, Satan hevur stolið í samfelagnum hjá okkum.

 

Pauli endaði við at eggja okkum til, sum trúgvandi og sum samkoma, at vera brennandi.

 

Á møtinum í morgun hevði Búgvi eisini eina frágreiðing um túrin, hann og onnur í samkomuni vóru í Singapor, har tey vitjaðu Heart of God Church. Eisini greiddu Kristine og Bent Leo frá einum missiónstúri til Filippinirnar, sum skipað verður fyri í summar.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar