Hvat er tað, ið tú hevur í hondini?
Sonja I. Jacobsen, 01.05.2018

Á morgunmøtinum sunnumorgunin, talaði David Jacobsen til okkara. 

David tosaði um, at vit flyta okkum herfrá og hartil, og at tað krevur onkuntíð, at vit mugu sleppa ymikum í okkara lívi. 

 

Onkur hevur kanska roynt at flutt bústað og ynskt at flutt alt við, ið var í húsinum. Tað er ikki altíð gjørligt, tí ikki er pláss fyri tí. Tá má man sleppa tingum, møguliga dýrabarum tingum, men man fær nakað betri ístaðin. Soleiðis er eisini í okkara andaliga lívi. 

 

Harri, hvar ynskir tú at leiða okkum okkum? Har Tú ynskir at leiða meg, vil eg flyta. Tað er gott og undurfult at fylgja við Jesusi.

 

Móses og stavurin 

Móses hevði ein stav, sum hann brúkti í sínum arbeiði. Stavurin syrgdi fyri, at hann fekk mat á borðið hvønn dag, hann var ímyndin uppá hansara lív sum seyðamaður. David tosaði út frá 2. Mós. kap 4, tá Harrin kallaði Móses. Móses óttaðist, at fólkið fór ikki at trúgva sær. Umberingar. Harrin spurdi hann, hvat hann hevði í hondini. Móses svaraði ”ein stav”. Stavurin var hansara dagligdagur. Harrin segði, ”kasta stavin á jørðina”. Móses mátti sleppa tí, sum hann var, hann slepti stavinum til jarðar. 

 

Hvat er tað, sum vit halda í okkara hond? Hvat er tað, sum tú heldur fast í tínum lívi?

 

Móses slepti og kastaði stavin til jarðar. Gud gjørdi okkurt við stavin, Móses tók aftur í stavin. Var tað tann sami stavurin? Ja og nei. Fysiskt var tað sami stavur, men okkurt hendi við stavinum.

 

Móses broyttist sum persónur aftan á hettar. Hetta var við til opna ein veg, har eingin annar vegur var áður, hesin stavur opnaði Reyða havið og gjørdi mong undur og tekin. 

 

Gud ynskti at flyta Móses og brúka hann. Gud hevði eina ætlan við Mósesi, vit kenna søguna. Hann mátti fyrst sleppa nøkrum tingum.

 

David kom hendan sunnumorgun eisini inn á fleiri aðrar søgur og hendingar í Bíbluni, m.a. um burturvilsta sonin, sum fór frá pápanum. Pápin slepti honum, tí sonurin vildi avstað. Gleðin var stór, tá hann kom aftur, sonurin var glaður tá hann kom heim, hansara forhold til pápan var broytt. 

 

Jósef, ið var seldur av beiggjunum, endaði í fangahúsi, men ein dag bleiv hann hægstur í landinum. Hann valdi at sleppa hatrinum til beiggjarnar. Hann var til reiðar at selppa øllum hasum fyri at bjarga síni familju.

 

Hvat heldur tú í tíni hond? Er tað nakað í tínum lívi, sum Gud biður teg sleppa? Er tú til reiðar at sleppa tí. Vit mugu siga: ”Tak hettar, Harri, eg vil verða tær líðin.”

 

Hvat heldur tú í tíni hond? Er tað okkurt, sum tú ikki vilt fyrigeva? Slepp, lat tað fara!

 

Halt fast

David nevndi eisini, at tað eru nøkur ting, ið vit skulu halda fast við. Halt fast við krúnuna. Lat ongan taka sannleikan frá tínum lívi. Lat ongan stjala tína trúgv ella sannleikan um Jesus. Lat ongan stjala krúnuna.

 

Gud tekur ikki uttan at geva nakað betri afturfyri. Einkjan í Zarepta, hon hevði lítið, men hon gav tað, sum hon hevði. Ester gav sítt lív fyri at bjarga sínum fólki. 

 

Hvat halda vit fast í? Eru vit til reiðar at sleppa nøkrum tingum? Sleppa okkara stavi, so at vit kunnu metta fjøld av menniskjum? Gev tað, sum tú hevur, til Harran, óðansæð um tað er lítið ella stórt. 

 

Hvat enn Hann peikar á í lívi tínum, so lurta hvat Harrin sigur inn í títt lív. 

Onkuntíð mugu vit sleppa tingum úr okkara hondum, fyri at fáa ting, sum eru dýrabar. 

 

Hvussu er við tær? Hvat er tað, sum bindur teg? Slepp og gev tað til Harran.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar