Eg minnist staðiliga, at eg gloymdi tað
Sonja I. Jacobsen, 23.04.2018

Bjørgfinnur Heinesen leiðir møtið 22. apríl. Hann leggur út við at tosa um trúgv og vísir á líknilsið um sinnopskornið. Útfrá líknilsum vísir hann á, at trúgv kann broyta umstøður. 

 

Vit fáa eina framførslu frá Terja Vestergaard, sum hevur skrivað ein nýggjan sang til høvið. 

 

Ólavur Jacobsen hevur taluna í dag. Hann byrjar taluna við Jesaja 43, 25: ”Eg, Eg eri tann, sum – fyri Mína skuld – striki út misbrot tíni og minnist ikki aftur syndir tínar.” Yvirskriftin í dag er fyrigeving. Ólavur greiðir frá um Guðs fyrigeving og ta kraft, sum liggur í fyrigevingini. Hann setir spurnartekin við, hvat tað hevur at siga, tá ið Guð fyrigevur okkum. 

 

Ólavur tekur eitt gamalt skuldarbræv fram, ið bankin hevði sett sítt stempul á, fyri at vísa, at skuldin var goldin. Í grundini stóðu vit øll í einari botnleysari skuld, men tá ið Jesus doyði, doyði hann fyri okkara skuld og strikaði hana. 

 

Hann greiðir frá einari grein, ið snúði seg um leitiskipanina Google, ið fær fleiri umsóknir frá fólki, ið biðja um at fáa strikað ávís data- og leitiúrslit. Hetta er tekin uppá, at fólk gjarna vilja hava sína fortíð strikaða. Eins og vit kunnu strika ymiskt á okkara teldu, kann Jesus strika alla okkara fortíð. Hann strikar syndirnar hjá okkum fullkomiliga. 

 

Sum menniskju hava vit ofta hug til at minna hvønn annan á tað keðiliga, ið vit fyrr hava gjørt. Soleiðis er Guð ikki. Hann gloymir og strikar, og soleiðis kunnu vit verða sett frí frá syndum, sum fyrr hava bundið okkum.  

 

Eins og Guð fyrigevur okkum, eiga vit at fyrigeva øðrum. Hetta er eisini nakað, ið vit eiga at minnast til. Ólavur greiðir frá amerikukvinnuni Clara Barton og siterar hana soleiðis: ”Eg minnist staðiliga, at eg gloymdi tað.” Hetta segði hon, eftir at onkur minti hana á okkurt keðiligt, sum var hent í fortíðini. Soleiðis eiga vit at velja at fyrigeva og av tí sama gloyma. 

 

Í Matt. 5 greiðir Jesus okkum frá, hvussu vit skulu vera ímóti teimum, ið eru órein við okkum – vit eiga altíð at handla í kærleika. 

 

Í Luk. 7 lesa vit um eina kvinnu, ið verður sett frí, tí syndir hennara verða fyrigivnar. Soleiðis fær kvinnan ein nýggjan identitet, og tað sama hendir, tá ið vit velja at venda okkum til Guð og biðja um fyrigeving. 

 

Ólavur vísir á Sálm. 25, 7: ”Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at tú ert so góður, Harri!” Av tí at Guð er náðigur, inniber tað eisini, at Hann ongantíð ynskir at revsa okkum fyri syndir okkara, men hann vil fyrigeva og seta okkum í frælsi. Hetta krevur tó, at vit leita til Hann. 

 

At enda vísir Ólavur á Áp. 26, 17-18. Hóast Jesus við blóði sínum hevur goldið okkara skuld, mugu vit sjálvi velja at móttaka fyrigevingina. 

 

Hendan sunnumorgun var kringvarpið og tók upp, og møtið verður víst í sjónvarpinum komandi sunnudag.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar