Samkomulega 18. - 20. mai
Kodio, 07.05.2018

Góða samkoma,

 

- langommur, langabbar, ommur, abbar, mammur, pápar, hjún, støk, ungdómar, børn, gentur, dreingir, ung sum eldri!

 

Aftur í ár fara vit at hava eina samkomulegu.

 

Heiti fyri leguna í ár er: "Heilaga Andans fylling".

 

Legan verður á Hvítusunnu, vikuskiftið 18. - 20. mai. Til samkomuleguna í fjør vóru líka undir 300 luttakarar. Tað hevði verið stuttligt um vit gjørdust uppaftur fleiri til hesaferð. Legan byrjar fríggjakvøldið 18. mai kl.18 og endar við døgurða aftaná møtið sunnumorgunin 20. mai.

 

Tilmelda longu nú: Samkomulegan 18. - 20. mai

 

Prísur:

  • 0-4 ár - Ókeypis
  • 5-13 ár - 100 kr.
  • 14 ár og eldri - 200 kr.

Seinasta freist at tekna seg til leguna er týsdagin 8. mai

Sí fleiri greinar