Likam okkara er tempul Heilaga Andans
Sonja I. Jacobsen, 11.04.2018

”Gud hevur altíð vilja búð ímillum sítt fólk.” Tað segði Búgvi Olsen á møtinum sunnudagin 8. apríl. Hann vísti til 2. Mós. 25, 8, har Gud bað Móses gera ein halgidóm, har hann kundi búgva millum fólkið. Seinnið bygdi Sálomon eitt tempul, og Guds dýrd var har. Templið bleiv seinni oyðilagt, men tað varð bygt uppaftur, og prestarnir fóru inn har og ofraðu.

 

So bleiv Jesus føddur - ”Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.” Johs. 1,14.

 

Og tá Jesus rópti ”fullgjørt”, skrædnaði forhangið inn í tað allar heilagasta í templinum.

 

Og so kom Heilagi Andin yvir apostlarnar hvítusunnudag. Heilagi Andin tók bústað okkara millum.

 

Við hesum dømum vísti Búgvi á, hvussu Gud altíð – eisini á okkara døgum – vil búgva millum sítt fólk.

 

Ímóti rákinum

Paulus segði við tey í Korint: Likam tykkar er tempul Heilaga Andans, ærið tí Gud í likami tykkara.

 

”Har var ymisk spjaðing í samkomuni í Korint, og Paulus mátti forklára teimum, hvørji tey vóru,” segði Búgvi.

 

Eisini á okkara døgum taka ymisk rák seg upp. Búgvi vísti á, at 70 prosent av øllum svenskarum føla seg ikki at hoyra til nakra samkomu. Rákið í okkara grannalondum kemur ofta eisini inná okkum. Men mitt í øllum rákum, so sigur Paulus: ”Tit eru tempul Heilaga Andans” - tað er haðani alt kemur frá.

 

Tað er umráðandi at halda røttu kósina

Búgvi greiddi frá um eitt flogfar, sum fleyg 2 gradir við síðuna av røttu kósini. Tað merktist ikki so væl ta fyrstu løtuna, men um flogfarið hevði flogið í fleiri tímar uttan at rætta kósina, so endaði tað langt við síðuna av málinum orsaka av hesum lítla feilinum. Soleiðis er eisini við okkum, um vit ikki halda røttu kósina.

 

”Tað er gott at tosa um náði, men vit mugu ikki gloyma heilagleikan,” segði Búgvi.

 

”Vit mugu eisini liva í heilagleika. Hetta manglar í heiminum í dag, og ofta eisini millum nógv kristin,” segði hann.

 

Hann nevndi Yoga, sum nógv trúgvandi hava ymiskar meiningar um.

 

”Eg skilji ikki, hví fólk ganga til yoga. Tað er bønin hjá hinduismuni,” segði hann.

 

”Fólk siga at tað kennist væl, men har er ein andalig dimensjón. Tú veitst ikki, hvørjum tú opnar upp fyri. Gang heldur til bønarmøti. Leita til Guds nærveru!”

 

Heilagleikin gjørdi munin

Búgvi nevndi fleiri dømi um, at heilagleikin gjørdi munin á fólki:

 

Sámuel lærdi at kenna Gud í Templinum. Har var ein gamal prestur, Eli. Hann hevði tveir synir, sum eisini vóru vaksnir upp í tí sama – í templinum. Men teir vildu ikki liva heilagt og reint fyri Guds ásjón. Sámuel bleiv hinvegin tann fyrsti profeturin í Gamla Testamenti, sum var við til at innseta kongar. - Heilagleikin var munurin.

 

Dánial og vinirnir vórðu pressaðir inn í eina fremmanda mentan, men teir tóku ikki við henni.

 

”Vit verða eisini pressaði av eini ávirkan uttanífrá, men vit kunnu siga, at vit vilja ikki lata okkum dálka av tí,” segði Búgvi.

 

”Tað kostar at vera øðrvísi enn fjøldin, men tað er Gud og ikki onnur, sum skal døma okkum ein dag,” segði hann.

 

Róm. 6, 12 – 14:

Latið tí ikki syndina ráða í tykkara deyðiliga likami, so at tit gerast girndum tess lýðin!

Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum órættferðarvápn, men bjóðið heldur Guði tykkum sjálv fram sum livnað upp frá deyðum, og Guði limir tykkara sum rættferðarvápn.

Tí at synd skal ikki ráða yvir tykkum; tí at tit eru ikki undir lóg, men undir náði.

 

Matt. 5,8:

Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð.

 

”Ungdómar spyrja: Hvussu nær kann eg koma markinum til, nær tað verður synd. - Hví spyrja soleiðis. - Ver heilagur!” segði Búgvi.

 

Hann minti á tað, sum Pastor Lia segði á páskastevnuni í fjør: ”Hini kunnu, men eg kann ikki.”

 

”Eg tosi ikki um lóg, men um hvussu umráðandi tað er, at vit eru heilag fyri Gudi,” segði Búgvi.

Hann vísti á, at tá vit tilbiðja, tá eru vit við til at flyta nakað. Vit flyta okkara tankar frá okkum sjálvum til Gud.

 

”Tilbiðjanin broytir okkum eisini,” segði Búgvi. Hann nevndi sum dømi Paulus og Silas í fongslinum.

 

”Í myrkastu umstøðunum, sum teir kundu koma í, har varð tilbiðið, og leinkirnar fullu av bæði teimum og øðrum,” segði hann.

 

”Jesus kom inn í templið í Jerusalem, og hann kendi seg ikki aftur, tí har vóru pengavekslarar o.a. Tað stendur, at hann gjørdi sær ein koyril, og hann rak hesar út. Vit hava brúk fyri at verða fylt av Heilaga Andanum og fáa rikið alt annað út,” segði Búgvi.

 

 

Møtið endaði við, at bjóðað varð fram til forbøn, og eisini var lovsangur.

 

Pauli Høj leiddi møtið, og Eyðun Jacobsen leiddi lovsangin. Tað serliga við lovsanginum var, at einasta ljóðførið var gittarin hjá Eyðuni.

 

Í sambandi við at ísraelstoymið er komið aftur, segði Bjørgfinnur nøkur orð um túrin í Ísrael, og vit sóu eitt video frá túrinum, sum Randi Johannesen hevði gjørt.

 

Innsavnan var eisini á møtinum.

 

Møtið er tøkt á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar