Hvat merkir tað, at Jesus er Harri?
Sonja I. Jacobsen, 21.03.2018

Á møtinum sunnumorgunin talaði Pauli Høj, samkomuleiðari. Pauli tosaði um Jesus sum Harra og Frelsara í okkara lívi persónliga.

 

Pauli nevndi, at tá Jesus er Harri, er tað ein endurføðing í okkara lívi, tað er okkara innara, sum broytist. Ikki bara í sinni og tonkum hendir ein broyting, men alt lívið broytist. Pauli nevndi Efesus 4. Hann kom eisini inn á Efesus 2, at tað er av náði og ein Guds gáva og ikki av gerningum.

 

Pauli hevði sum yvirskrift Róm: 10, 9-10. Her kom Pauli inn á, hvat tað merkir at játta Jesus sum Harra og frelsara. Hann nevndi, hvat orðið Harri týðir á griskum - meistari, eigari og hægsti myndugleiki. Her hava vit nakað at hugsa um!

 

Hvat er ein meistari? Pauli nevndi, at hann hevði sjálvur lært og verið í læru sum timburmaður. Síðani bleiv hann útlærdur og lærdi frá sær, og hann hevði myndugleika. Ein pápi hevur eisini myndugleika.

 

At játta Jesus bara sum freslara, gevur tað rætta frælsið? Síggja vit broytingar og endurnýggjan? Jú, sanniliga er Hann frelsari, men er Hann Harri og meistari mín? Er hann við í øllum mínum avgerðum? Havi eg yvirgivið meg? Pauli nevndi, at hettar er ein daglig tilgongd at játta Hann sum frelsara og Harra.

 

Tað verður sagt, at Harri stendur nógv fleiri ferðir í bíbliuni enn Frelsari. Hettar er vert at hugsa um.  Men at lata Hann vera Harra og ikki bert Frelsara, kann vera ein avbjóðing, tí okkara ego vil ráða.

 

Pauli tosaði eisini um hjúnarbandið. Tað er paktin, sum er tað mest týdningarmikla og ikki gerningarnir. Tá Pauli giftist, avsegði hann sær allar aðrar kvinnur, man er bundin til makan. Tað sama er millum okkum og Jesus, vit mugu geva okkum til Jesus, Jesus er Harri okkara. Ein kann ikki siga við konuna, at hon fær 3. pláss….

 

Hvørjar fyrimunir fær man í hjúnarbandinum? Fíggjarligar, størri signingar? Nei, um vit hugsa soleiðis, hava vit missskilt tað. Tað er nærvera, vit fáa í hjúnarlagi, signingarnar koma aftaná. Soleiðis er eisini við Jesusi, vit yvirgeva okkum til Hann fyri at vera saman við Honum.

 

Tá vit fata, at Jesus er Frelsari og Harri, so ávirkast okkara lív.

Hvussu er við tær og mær í dag? Hava vit Jesus sum Harra í okkara í lívi?

 

Myndir síggjast HER

 

Møtið kann síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar