Tora vit í leyvubúrið?
Sonja I. Jacobsen, 12.03.2018

Nógv var á skránni á familjumøtinum tann 11. mars. Alice Frederiksberg leiddi møtið. Hon byrjaði við at vísa myndir av ymiskum gággum, hon hevur funnið niðri í fjøruni. Henda morgunin hevði hon gingið sær ein túr niðri í fjøruni, har hon hevði samlað sær fleiri vakrar gággur og tikið tær við sær heim. Við hesum vildi hon vísa á, at vit eiga at handla uppá tey minstu tingini. Geva vit okkum far um, hvussu vøkur einstøk gágga er, ella ganga vit víðari og leita eftir onkrum størri, ið lættari fangar eygað? Vit eiga ikki at ganga fram við alt, men vit eiga at vænta, at Guð hevur víst okkum á alt tað, ið vit síggja.

 

Fyri allar gávur lær at siga takk – Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera okkurt

Liljan Jacobsen greiðir frá, hvat er lagt henni á hjartað. Henda morgunin var innsavnan, men hesaferð fóru pengarnir til børn í Kenya. Liljan hevur havt samskifti við eina føroyska familju, ið vitjar í Kenya í hesum døgum. Tað er soleiðis, at sunnudagsskúlin í Kelduni stuðlar tveimum børnum – Mikailo úr Ukraina og Sharon úr Kenya. Laila, sum er í Kenya, hevur leitað og funnið Sharon. Eitt lítið filmsbrot av Sharon verður víst, og myndir ið lýsa livikorini hjá teimum. Eisini síggja vit eina mynd av næmingunum í frískúlanum í Kelduni, ið hongur inniá skrivstovuni hjá NLAI í Kenya. Eftir at Liljan hevur greitt frá teimum ræðuligu korunum, hesi fólkini liva í, streyma børnini niðan til pallin við peningi til at stuðla. Inn komu 15.000 kr., ið fara beinleiðis til hjálpararbeiðið í Kenya.

 

Sangframførsla

Vit fingu vitjan av Mariu á Lakjuni og Eyðuni á Lakjuni. Tey framførdu tríggjar sangir.

 

Søgan um Dánjal

Mirjam Høj fortaldi søguna um Dánjal úr Gamla Testamenti. Hon fekk góða hjálp frá børnum, ið royndu seg sum sjónleikarar. Søgan um Dánjal er ein søga, ið lýsir, hvussu trúfastur okkara Guð er. Eisini minnir søgan okkum á, hvussu trúføst vit eiga at vera ímóti Guði, eins og Dánjal var.

 

 

Tora vit í leyvubúrið?

Annika Høj tosar víðari um Dánjal. Hon greiðir frá, hvussu hon hoyrdi eina rødd fortelja sær, at hon skuldi lesa Dánjalsbók einaferð enn. Hesaferð las hon við tí fyri eygað, at hon skuldi finna útav, hvussu Guð var við Dánjali allan vegin. Tað er sannlíkt, at Dánjal er uppvaksin undir góðum korum og hevur havt tað gott. Av tí sama hevur hann møguliga sæð gott út, gingið í stásiligum klæðum o.s.fr., men var tað hetta, sum gjørdi, at Guð kundi brúka hann? Dánjal setti sær fyri, at hann skuldi seta sítt álit á Guð og ikki fylla seg við óreinsku. Soleiðis vísir Bíblian okkum trúfestið hjá Dánjali. (Dán: 1,8)

 

Eftir at Dánjal við Guðs hjálp hevði hjálpt Nebukadnesari við at týða ein dreym, segði Nebukadnesar við fólkið, at har var eingin annar gudur verdur at tilbiðja enn tann hjá Dánjali. Hugsa tær, at tú ert á einum arbeiðsplássi, har tey ikki lyfta Guð høgt, men av tí at tú ert Guði trúfastur/trúføst, kanst tú vera við til, at arbeiðsplássið byrjar at lyfta Guð høgt!

 

Til síðst greiðir Annika frá leyvubølinum. Dánjal varð kastaður í leyvubølið, men kom livandi útaftur og uttan mein. Hetta tí, hann hevði trúð á Guð sín. Hvørji leyvubølið verða vit kastað í, har vit mugu seta okkara álit á Guð?

 

Familjumøtið sæst á Keldan Netvarp (youtube) HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar