Evangelisturin
Sonja I. Jacobsen, 09.03.2018

”Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú Guds kraft, hvørjum tí til frelsu, sum trýr” Róm. 1,16

 

Carl-Gustaf Severin úr Svøríki hevði møtið sunnumorgunin 4/3 í Kelduni og deildi hendan morgunin hjarta sítt við samkomuni.

 

”Eg droymi um at síggja ungar evangelistar reistar upp til tænastu”, segði Carl-Gustaf.

 

Um man hyggur at samkomu Guds í dag, so eru fáir evangelistar. Fá menniskju, sum brenna fyri at síggja onnur menniskju frelst. Flestu evangelistarnir, sum eru virknir í dag, eru komnir væl upp í árini, og tað verða ikki nóg nógv ung fólk sett til.

 

Men at evangeliið er Guds kraft til at broyta tann einstaka og til at broyta heimin, er Carl-Gustaf eitt livandi vitni um.

 

Carl-Gustaf hevur í mong mong ár virkað sum evangelistur til tjóðirnar, og serstakliga hevur hann verið nógv í Russlandi. Hann ferðaðist longu til Russlands, meðan jarnteppið var uppi og vildi forða allari kristniboðan í tí kommunistiska heiminum. Í tí sambandi greiddi Carl-Gustaf frá ymsum hendingum, sum hann hevði verið úti fyri sum trúboðari, og øll tey undur, sum Harrin hevur virkað gjøgnum tænastuna.

 

Men Gud arbeiðir ikki bert í Russlandi og øðrum fjarskotnum londum, Hann arbeiðir eisini her millum okkum og frelsir tey, sum vit minst vænta.

 

Carl-Gustaf greiddi frá, hvussu Gud hevur frelst og broytt ein av kendastu tónleikarunum í Svøríki, og hvussu Gud á ein serligan hátt hevur ført hesar báðar saman við tí endamáli at venja upp eitt nýtt ættarlið av evangelistum.

 

Síggj og hoyr spennandi taluna hjá Carl-Gustafi HER

(Øll 4 møtini frá vikuskiftinum finnast á Youtube - brúka leitiorðið "Keldan Netvarp")

 

Myndir sunnumorgun síggjast HER

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar