Nýggi sáttmálin uppfyllir kravið í gamla sáttmálanum
Sonja I. Jacobsen, 25.02.2018

”Gud hvíldi ikki sjeynda dagin, tí at hann var troyttur av at skapa, men tí at alt var liðugt, og hann gleddist um tað, sum hann sá.” Tað segði Anne Hove Sunnarvik úr Noreg, sum talaði á morgunmøtinum tann 25. februar. Anne var nakrar ferðir í Føroyum og talaði í 80-árunum, og nú var hon fyrstu ferð aftur og vitjaði her.

 

”Men ein skilnaður kom inn, tí menniskjan syndaði. Tað hevði við sær, at Gud gav eit lyfti – ein sáttmála,” segði hon.

 

Anne greiddi frá, at ein sáttmáli ella eitt testamenti, er ein avtala millum tveir partar. Í Gamla testamenti standa 250 ymiskir sáttmálar. Nøkur dømi um tað eru:

 

Sáttmálin við Nóa: 1. Mós. 6, 18

Sáttmálin við Ábraham: 1. Mós. 17, 5 - 7

Sáttmálin við Móses: 2. Mós. 3, 12

Sáttmáli við Ísraelsfólk: 2. Mós. 19,5

og í 1. Krýnikubók 16,15 er eisini ein sáttmáli.

 

Vit kláraðu ikki at halda sáttmálan

”Ein sáttmáli er ein avtala millum tveir partar, og báðir partar mugu halda avtaluna,” segði Anne Hove Sunnarvik.

 

”Trupulleikin við gamla sáttmálanum var, at vit kláraðu ikki at halda hann,” segði hon. Tað var syndin, sum skyldi okkum frá Gudi, og djórablóðið skuldi fjala syndina. Ár eftir ár máttu høvuðsprestarnir ofra fyri at fjala syndirnar, sum skjótt hópaðu seg uppaftur.

 

”Tann, sum breyt eitt av boðunum, var sekur í øllum,” segði Anne.

 

Fingu ein nýggjan sáttmála

”Vit fingu ein nýggjan sáttmála, men eru vit so leys av gamla sáttmálanum?” spurdi Anne.

 

”Um nýggi sáttmálin byrjar í fyrsta kapitli hjá Matteusi, so samsvarar tað ikki við, at sáttmálin varð staðfestur við Jesu deyða, tí hann doyði ikki fyrr enn móti endanum á evangeliunum,” segði hon.

 

Hon vísti á tvey dømi: Ein maður kom til Jesus og spurdi, hvat hann skuldi gera fyri at arva ævigt lív, og Jesus gav honum eitt ”gamlatestamentiligt” svar - ”Tú mást...” (Matt. 19,16).

 

Men í Apostl. 16,30-31 stendur: «Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?» Men teir søgdu: «Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.» (hetta var eftir, at Jesus var deyður).

 

”Eftir gamla sáttmálanum skuldu fólk gera nakað fyri at arva ævigt lív, men eftir nýggja sáttmálanum skuldu tey trúgva á tað, sum Jesus hevði gjørt,” segði hon.

 

Tað er fullgjørt

Jesus segði: ”Tað er fullgjørt”, men hvat var fullgjørt? Tað var gamli sáttmálin, sum var fullgjørdur.

Har vóru umleið 6.000 reglur, sum ísraels fólk skuldu halda, og eingin kláraði tað. 

 

Jesus livdi eitt lív uttan synd, og harvið helt hann sáttmálan, og við hansara deyða var ikki longur neyðugt at fjala syndina fyri Gudi.

 

”Líka sum burturfarni sonurin kom heim aftur og fekk alt fyrigivið, soleiðis fáa vit eisini fyrigeving fyri alt, tá vit taka ímóti Jesusi – tað kallast náði,” segði Anne Hove Sunnarvik.

 

”Vit skulu framvegis liva rætt, men tað er ikki fyri at toknast Gudi, men tí at vit elska hann,” segði hon.

 

Anne endaði við at nevna tveir tankar:

 

-       Einaferð fert tú at kunna hyggja afturum teg og síggja, at tað mesta av tí, sum tú stúrdi fyri, hevur ongan týdning.

 

-       Tú vaknar um morgunin, so hoyrir tú eina rødd siga: Góðan morgun, hetta er Gud. Í dag vil eg taka mær av tínum trupulleikum, og eg havi ikki brúk fyri tíni hjálp til tað.

 

Barnavælsignilsi

Barnavælsignilsi var eisini á skránni á møtinum: Barnið, sum varð vælsignað, var Katrina – dóttir Birgit og Leon. Sum vanligt stóð familjan saman við elstaráðnum á pallinum, meðan Pauli leiddi bønina, og sungin varð felagssangurin ”Harrin vil vælsigna teg.”

 

Brúðarlýsing

Lýst og biðið varð fyri Mary Frederiksberg og Fríða Sigurðsson, sum verða gift í Kelduni tann 24. mars.

 

Annað, sum var á møtinum

Maria á Boðanesi leiddi lovsangin, og aftaná taluna var breyðbróting. Rættiliga nógv fólk vóru á møtinum, sum Rannvá Royðutoft leiddi.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar