Vikuskiftismøtir við Carl-Gustaf Severin (SE)
Kodio, 24.02.2018

2. - 4. mars verða vikuskiftismøtir við Carl-Gustaf Severin í Kelduni. Carl-Gustaf hevur verið í Kelduni tvær ferðir áður í samband við páskastevnur, seinast var í 2013.

 

Carl-Gustaf er ein trúarprædikumaður, sum hevur talað í stórum pørtum av heiminum, herav serliga í Russlandi og fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Hann hevur upplivað nógvar grøðingar og sterkar vitnisburðar.

 

Tey, sum hava hoyrt Carl-Gustaf, kenna eisini til hansara serligu evnir at greiða frá hendingum í hansara lívi á ein livandi og skemtligan hátt. Við á ferðini er kona hansara Monika.

 

Lisa Ferderiksberg hevur sangframførslu fríggjakvøldið, Terje Vestergaard leygarkvøldið og Birgit, Kristina og Heidi framføra sunnukvøldið.

 

Skráin fyri møtini:

  • Fríggjadagin 2. mars kl.20
  • Leygardagin 3. mars kl.20
  • Sunnudagin 4. mars kl.11
  • Sunnudagin 4. mars kl.18

Matstovan er opin aftaná kvøldmøtini.

Sí fleiri greinar