Jesus – fullkomiliga Gud og fullkomiliga menniskja
Sonja I. Jacobsen, 14.02.2018

Á morgunmøtinum sunnudagin 11/2, talaði Búgvi Olsen til okkara um Jesus sum menniskja og sum Gud. Búgvi, sum hevur master í Gudfrøði frá Oral Roberts University og er hjálparpastorur í Kelduni, leiddi okkum eisini ígjøgnum kirkjusøguna, har hann kom inn á stríðið um Jesus, har hann kom inn á skeivar lærur um Jesus, týdningin av trúarjáttanini, og hvat Jesus sigur um seg sjálvan.

 

Jesus er tað mest umráðandi í okkara lívi - uttan Jesus koma vit ikki til Himmals. Hann er Sonur Guds.

 

Búgvi byrjaði við at tosa um kirkjusøguna, har hann lærdi okkum um tað stríð, sum hevur verið um persónin Jesus og Jesus sum Gud.

 

Búgvi kom inn á skeivar lærur um Jesus, her nevndi hann:

 

Ebonisma: Jesus var eitt menniskja, sum Gud ættleiddi, tá hann bleiv føddur.

 

Doceitisma: Jesus var ikki eitt vanligt menniskja, men hann líktist einum menniskja.

 

Arianisma: Tað er bara Gud, sum er ævigur, og Jesus er skaptur eins og restin av skapanini.

 

Apollinariansiman: Sálin og andin hjá Jesusi er Gud, meðan likamið er menniskja.

 

Um hesar lærur vóru sannar, so kundi Jesus m.a. ikki doyggja fyri okkum á krossinum, og so var Hann heldur ikki sonur Guds.

 

Búgvi kom eisini inn á trúarjáttanina, sum vit kenna væl í dag. Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin, sum eru í trúarjáttanini. Hann nevndi, hví vit hava hana, og týdningin sum N.F.S Grundtvig hevði, har hann vildi varðveita avnoktanina um djevulin og gerningar hansara, sjálvt um fleiri vildi hava hana vekk. Búgvi nevndi eisini um trúarjáttanina hjá Nikæno-Konstantinopolitanska, sum eisini koyrdi dópin inn. Kristindómurin verður statstrúgv av Konstantin.

 

Tað er umráðandi at vita, hvør Jesus er, tí hvør Jesus er avger, hvat Hann kann gera. Hann er sonur Guds. Orðið var hold, Jesus er orðið og tók bústað í okkum, Jóh,1, 14…

 

Jesus sigur hettar um seg sjálvan, og hettar er tað, sum hevur týdning.

 

Eg eri….

1: Breyð lívsins. Jóh, 6:35

2: Ljós heimsins. Jóh, 8:12

3: Dyrnar. Jóh, 10:9

4: Hin góði Hirðin. Jóh.10:11

5: Uppreisin og lívið. Jóh. 11:25-26

6: Vegurin, sannleikin og lívið. Jóh. 14:6

7: Hitt sanna víntræið. Jóh.15:1

 

Møtið kann síggjast HER

 

Myndir kunnu síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar