Hvør var Barnabas?
Sonja I. Jacobsen, 04.02.2018

Pauli Høj skal tala, men áðrenn hann byrjar taluna, letur hann mikrofonina fara til tey, ið eru vorðin møtt av Guði ta seinastu tíðina. Hetta, fyri at vísa øðrum, hvussu góður Harrin er. Fleiri vitnisburðar komu fram, og í hesum vitnisburðum sást m.a. Harrans styrki, náði, troyst og trúfesti.  

 

Yvirskriftin til taluna í dag er ”Hvør var Barnabas?” Pauli ger beinanvegin vart við, at neyðugt er at kenna mun á Barabbas og Barnabas. Barnabas er møguliga ikki ein persónur, ið tað verður tosað nógv um, men sum hevði stóran týdning. Vit lesa um Barnabas í Ápostlasøguni. Navnið Barnabas merkir troystari ella uppmuntrari, og var tað hetta, ið hann gjørdi í stóran mun. Ápstl. 4:36: Jósef, sum av ápostlunum varð kallaður við tilnavninum Barnabas – tað er útlagt: Troystarsonur – Levitur, ættaður úr Kýpern.

 

Í sínum uppvøkstri hevur Pauli havt nógvar persónar, ið á ein ella annan hátt hava ávirkað hann. Pauli vísir á, at tað er týdningarmikið við slíkum fyrimyndum, ið kunnu vera tær til hjálpar, tá ið tú skalt leiðast á rætta vegin. Hesir persónarnir hava samstundis verið Paula til uppmuntran, og eru tað enn.

 

Í Ápstl. 9 lesa vit um umvending Paulusar, og hvussu týdningarmikið tað er, at vit eru lýðin. Ánanias fær ta æru, at leiða Paulus til frelsu, tá ið hann fór til hann, tá ið Paulus var blindur. Síðani traðkar Barnabas fram, og vit síggja hansara hjálpsemi – vers 27: Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar.

 

Hyggja vit víðari at gongdini hjá Paulusi og Barnabasi, síggja vit, at har hendir eitt slag av leiðaraskifti. Guð nýtti Barnabas til at uppala, læra og hjálpa, men seinni verður tað Paulus, ið gongur á odda. Soleiðis kann tað eisini verða í dag. Tað er møguligt, at Guð skal nýta teg sum ein Barnabas,  ið hjálpir fólki á veg, men spurningurin er, um tú hevur hug til at vera ein Barnabas.

 

Pauli greiðir eisini frá, at tá ið vit læra og greiða frá, eins og Barnabas gjørdi, er tað ikki heilt víst, at øll vilja fylgja aftaná. Hetta merkir ikki, at vit skulu steðga við at vegleiða, tí Guð hevur givið øllum menniskjum ein frían vilja.

 

”Ein samkoma uttan Barnabasar er ein samkoma uttan Paulusar” – Vit vilja ofta vera sum Paulus, men hvør hevði Paulus verið uttan Barnabas? Fyri at gera og vera sum Barnabas, kanst tú seta tær spurningar sum: Hvørjum kann eg hjálpa? Hvønn kann eg ávirka og eggja? Loyva vit Guði fram at í okkara lívi, kann hann endavenda tí fullkomiliga. 

 

Øll tey, ið hava fylgt Paula upp eftir í sínum andaliga lívi, eru Barnabasar, og hann sendir teimum eina inniliga tøkk.

 

Samkoman hevur ta seinastu tíðina arbeitt uppá ein bókling, ið skal vera fólki, ið nýliga eru løgd afturat, til uppfylging. Bóklingurin eitur ”Byrja eitt nýtt lív – uppfylging” og skal vera ein hjálp til at grundfesta seg.

 

Búgvi Olsen leiddi møtið sunnumorgunin 4. februar. Tað var innsavnan, og í tí sambandi las Búgvi úr Lukas 21: 1-4 um ta fátæku einkjuna, ið ikki átti nógv, men kortini gav alt. Tað snýr seg nemliga ikki um nøgdina tú gevur, men heldur um, hvar hjartað er.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar