Allar tænasturnar eru partur av eini heild
Sonja I. Jacobsen, 27.01.2018

”Tað besta sum vit kunnu geva børnunum í viðføri, er at leiða tey í Guds hús.” Tað segði Pauli Høj á morgunmøtinum sunnudagin tann 21. januar. Hann vísti á, at tá Jesus sum 12 ára gamal bleiv burtur, varð hann funnin aftur í templinum.

”Jesus var uppvaksin við at møta upp í Guds húsi, og vit, sum eru vaksin, mugu velja ein hugburð, har vit raðfesta at koma til Guds orð”, segði hann.

Nógvar ymiskar tænastur
Møtið sunnudagin var merkt av, at umboð fyri ymisku tænasturnar í Kelduni luttóku. Fyrst var tað Kristina N. Hansen úr lovsangstænastuni.

”Lovsangur snýr seg um at geva seg 100 % til Gud. Tað snýr seg ikki um eina kenslu ella undirhald. Tað snýr seg ikki um okkum, men um Gud,” segði hon. Hon minti á, at vit ofta eru ov upptikin av at fáa og hugsa ov lítið um at geva.

”Tað er sum at fara í ein føingardag við eini gávu, sum vit ikki vilja geva,” segði hon.

Undir lovsanginum kunnu vit játta okkara syndir, vit kunnu elska Gud, hyggja uppá Gud og seta Hann hægri enn alt annað.

”Vit møta øll avbjóðingum í lívinum. Okkara uppgáva er ikki at átaka okkum eina ”falska fasadu”, tá vit koma á møti, men at geva alt yvir til Hansara,” segði Kristina. Hon avlegði eisini ein persónligan vitnisburð um, hvussu hon ígjøgnum lovsang varð loyst frá ótta.

Barnaarbeiðið
Næsta tænastan, sum greitt varð frá, var barnaarbeiðið. Alice Frederiksberg greiddi frá, at 23 fólk eru við í barnaarbeiðinum, og hesi eru býtt í fýra bólkar.

”Eg havi sæð kanningar sum vísa, at millum 71 og 85 % av trúgvandi fólki siga, at tey tóku ímóti Jesusi, áðrenn tey vórðu 14 ár, - so barnaarbeiðið er týdningarmikið,” segði Alice.

”Barnaarbeiðið er ikki fyri, at foreldrini kunnu sita í friði á møti. Børnini skulu vilja sleppa í sunnudagsskúla, og tey skulu draga foreldrini við í samkomuna,” segði hon.

Hon vísti eisini á týdningin av at hava ein dreym fyri barnaarbeiðinum, tí fokusið á dreymin vil køva tað, sum vit eru uppímóti.

AWAKE
Seinasta tænastan, sum var á skránni á møtinum, var ungdómsarbeiðið (AWAKE). Bjørgfinnur Heinesen segði, at tey stóru valini í lívinum verða tikin í ungdómsárunum, samstundis sum lívið um somu tíð broytist nógv í skiftinum frá at vera barn til at vera vaksin.

”Nógv koma til trúgv í hesum aldrinum, men nógv venda eisini trúnni bakið í hesum aldrinum,” segði hann.

Bjørgfinnur legði dent á, at tænasturnar í samkomuni, so ymiskar sum tær eru, eru allar týdningarmiklar.

”Vit halda øll, at okkara tænasta er tann týdningarmesta, men alt er ein heild, og vit hava brúk fyri øllum,” segði hann og vísti til Róm. 12, 4 – 13.

Bjørgfinnur vísti hetta við einum dømi. Hann sagaði eitt hjarta út úr eini plátu. Sagina hevði hann býtt sundur, soleiðis at ymiskar tænastur stóðu skrivaðar á henni. So leingi sum hann bara brúkti ein part av sagini (eina tænastu), so gekk illa at saga, men við at brúka alla sagina gekk tað skjótt.

”Soleiðis er eisini tá allar tænasturnar sleppa til sín rætt,” segði hann.

Pauli leiddi møtið, innsavning var á skránni, og eisini var barnavælsignilsi. Maria á Boðanesi og Oda á Fríðufløtum leiddu lovsangin.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar