Kunnandi fundur um Frískúlan Kelduna
Sonja I. Jacobsen, 08.01.2018

Kunnandi fundur verður mikudagin 24. januar kl. 19. Foreldur og avvarðandi hjá børnum í forskúlaaldri og 1. flokki 2018/19, verða boðin til kunning um skúlatilboðið í Frískúlanum, Kelduni.

Møguleiki verður eisini fyri at innskriva børn í forskúla og 1. flokk.

 

Frískúlin Keldan er ein kristin frískúli, har dentur verður lagdur á kristnu virðini. Okkara endamál er skapa eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri.

 

Forskúli, skúli 1.-7. flokk og frítíðarstova eru alt á einum staði. Karmarnir eru góðir í náttúruvinarliga umhvørvinum í Skálafirði.

 

Sí annars heimasíðu okkara: www.fsk.fo

 

Ynskir tú fleiri upplýsningar, kanst tú ringja til skúlaleiðaran. 


Jastrid Høj, fartlf. 232510

Sí fleiri greinar