Vanlig menniskju verða brúkt yvirnatúrliga, um tey eru líðin
Sonja I. Jacobsen, 17.12.2017

Búgvi byrjaði morgunmøtið sunnumorgunin við at greiða frá endamálinum við missiónstúrinum til India – at siga teimum um Jesus og uppmuntra tey, sum arbeiða har sum trúboðarar. Tað er hjarta fyri menniskjum, ið er drívmegin.

 

At siga fólki, ið eru bundin í tí kastu (stætt, ið er kastað og onki vird), tey eru fødd í, at Jesus eisini er fyri tey, broytir teirra lív.

 

Efesus 1:

17
at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg
 18
og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heiløgu,
 

Tað er av týdningi, at hesi fólk fáa vísdóm og kunnleika, so tey sleppa undan haftinum og kúganini av kastiskipanini.

 

Onkur er settur har á staðnum at kunngera evangeliið, og vit eru nøkur sett her, men samstundis eru vit biðin um at fara út og boða evangeliið.

 

Stavurin hjá Mósesi var ein vanligur stavur, men tá hann varð brúktur til tað, sum Gud bað hann brúka hann til, broyttist stavurin til eitt amboð til undurverk.

 

Vanlig menniskju verða brúkt yvirnatúrliga, um tey eru líðin.

Tá vit eru líðin, broytir Gud umstøðurnar og brúkar tað, vit hava.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar