Traditiónir kunnu vera góðar
Sonja I. Jacobsen, 10.12.2017

Traditiónir (siðvenjur) kunnu vera góðar, men onkuntíð gera vit tingini bara, tí at onkur annar hevur gjørt tað soleiðis, uttan at vit hugsa um, hví vit gera tað.

 

Á møtinum sunnumorgunin 3. desember talaði Pauli um siðvenjur, serliga siðvenjur, ið knýta seg at adventstíðini.

 

”Advent merkir Harrans koma, og nógvar kenslur eru knýttar at jólunum. Fyri mong er tað ein gleðihátíð, men tað eru eisini mong, sum stúra, tí tey hava ring minnir av jólunum,” segði hann.

 

Pauli segði, at familjuhugni er nakað gott, sum vit eiga at raðfesta høgt, men samtíðis er gott at hugsa um tey, sum ikki hava sama møguleikan, og at vera nakað fyri tey.

 

Men Jesus er ikki bara komin einaferð til jarðar, men hann kemur eisini einaferð aftur.

 

”Vit bíða eisini eftir hansara afturkoma, og tann koman er álvarslig, tí bara tey, sum hava tikið ímóti honum, verða við tá,” segði hann.

 

Kristin hátíð

Jólini eru ein kristin hátíð, og Pauli segði, at vit eiga at halda fast við tað.

 

”Nógvastaðni er forboð sett ímóti at hava kristnar ímyndir í til dømis handlum, men vit eiga at halda fast við, at jólini eru ein kristin hátíð,” segði hann.

 

”Er jólatræið ein heiðin ímynd? - Hvør lat granntræið vaksa – var tað ein heiðin gud?” spurdi Pauli.

 

Hann vísti á, at Gud brúkar eisini ímyndir, og vísti á breyðbrótingina og dópin, sum dømi.

 

”Gud hongdi eisini ta fyrstu jólastørnuna upp,” segði hann.

 

”Vit pynta eisini við einglum. Tað vóru teir sum vístu seg fyri hirðunum, tá Jesus var føddur,” segði Pauli. Men samtíðis vísti hann á, at vandin við rammum er, at ein ramma kann køva sjálva myndina.

 

”Alt kann fara ov langt. Tað liggur nakað meira í jólunum enn bara ”symbolini”, men tey eru eisini fín,” segði hann.

 

Ljós heimsins

”Mær dámar væl ljósini, sum pyntað verður við á jólum,” segði Pauli, og so las hann 1. Johs. br. 1,5:

Og hetta er tann boðskapur, sum vit hava hoyrt av honum og boða tykkum, at Guð er ljós og at myrkur als ikki er í honum.

 

”Gud byrjaði við at skapa ljósið, tí tað er hansara natúra at vera ljós, men við syndini kom myrkrið inn, men framvegis var menniskjað skapt í Guds mynd, hóast tey gingu í myrkri,” segði Pauli. Hann greiddi frá, at einaferð gjørdu nakrir týskir granskarar eina kanning, har tað var bøla myrkt inni í eini høll, og so skuldu fólk ganga eftir eini linju á gólvinum. Tað, sum hendi, var, at tey gingu øll í ring.

 

”Tey, sum ganga í myrkri, ganga í ring og koma ikki víðari,” segði Pauli.

 

”Gud sendi tí frelsaran inn í heimin, og tí halda vit jól, tí vit fingu ljósið aftur (ljós heimsins) inn í myrkrið. Tí kunnu vit hátíðarhalda jól,” segði hann.

 

Nógv sløg av perum

Pauli vísti síðani eina litaða peru. Vit kunnu brúka litaðar perur fyri at gera tað hugnaligt inni. Tær lýsa kanska ikki so blankt, men tær skapa hugna.

 

”Tá fólk koma inn í samkomuna, so møta tey onkrum, sum ger tað hugnaligt,” segði hann.

 

Onnur eru sum ein fín krystalpera av tí slagnum, sum vit síggja í flottum høllum (til dømis í kongshøllum, og har týðandi avgerðir verða tiknar).

 

”Vit mugu ikki royna at gera eina slíka krystalperu til eina spariperu (sum tendra seint – tó at tær lýsa leingi),” segði hann.

 

Og summi eru sum lummalyktir. Tær kunnu fara allastaðni, tó at tær eru avmarkaðar í styrki. Tey, sum eru ”lummalyktir”, lýsa upp, har sum tey eru úti í samfelagnum.

 

Summi eru profetar (sterkir ljóskastarar). Teir kunnu vera stoytandi og avdúka nógv, har sum teir eru.

 

”Og so hava vit eisini party-lampur, sum eru gjørdar til veitslur,” segði Pauli.

”Vit eru so ymisk,” segði hann. 

 

Ein pera má í ein fatning, um hon skal lýsa. Tað má vera samband millum peruna og tað himmalska ”amaturið”.

 

”Um tú hevur mist tað sambandið, so lýsir tú ikki, sum tú skalt. Og tað er jólaboðskapurin, at Gud vil hava gott samband við teg og hava ljósið at lýsa í tær,” segði hann.

 

Pauli endaði við at lesa Jóhs 1,12: 

”Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara.”

 

”Gud gjørdi alt, men vit mugu taka ímóti tí, sum hann gjørdi,” segði Pauli og gav møguleika at gera vart við seg, um onkur ynskti at ”kobla til fatningin.”

 

Annað, sum var á møtinum

Rannvá Royðutoft leiddi møtið, og innsamling var at ”tíggjundi og heilagum gávum”. Ein heilsan frá toyminum í India varð víst á stórskýggja. Bodil Olsen leiddi lovsangin.

 

Møtið sæst HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar