Hví Ísrael?
Sonja I. Jacobsen, 28.11.2017

Í vikuskiftinum hevur Roar Sørensen úr Norra, sum starvast hjá Livets Ord í Uppsala, hildið møtir um Ísrael.

 

Hann hevur búð í Ísrael í 8 ár, har hann las bæði ísraelska søgu og ísraelskan politikk. Hann er eisini leiðari fyri Israel Total, sum er ein bíbliuskúli í Jerusalem, sum bjóðar fólki til skúlan at læra um Ísrael á staðnum. Hetta ger, at hann hvørt ár er ein stóran part av árinum í Ísrael.

 

Leygardagin tosaði hann um, hvørja ábyrgd samkoman hevur yvirfyri Ísrael, og á ungdómsmøtinum í gjárkvøldi setti hann spurningin: Hví Ísrael?

 

Í morgun, sunnumorgunin 26/11, tosaði hann um Ísrael, Guds eygnastein. Her tók hann aftur í nøkur av teimum tingunum, hann tosaði um leygardagin og kvøldið og gav eitt innlit í, hvør bíbilska grundgevingin er fyri, at vit skulu stuðla Ísrael og jødiska fólkinum. Hann vísti við skriftstøðum bæði úr Gamla og Nýggja Testamenti á, hvat Gud sigur um Ísrael.

Við støði í søguni um Dávid og Goliat, gav Roar eina góða mynd av, hvussu sterkt bundin frelsusøgan er í landinum Ísrael, og hvørjar fornfrøðiligar leivdir vísa á, at søgan er sonn.

 

Tað liggur Roar tungt á hjarta at stríðast fyri Ísrael, sum er fyri nógvum ákoyringum frá umheiminum. Hann heldur, at tað er neyðugt, at Guds samkoma tosar positivt um Ísrael, sjálvt um tað er trupult og illa umtókt, tí tað er eitt rák, sum er ímóti rættinum hjá Ísrael til at vera til.

 

Møtið sunnumorgunin sæst HER

 

Myndir síggjast HER

 

Møtið leygarkvøldið sæst HER

Sí fleiri greinar