Hvat leggja vit niður í okkara børn?
Sonja I. Jacobsen, 21.11.2017

Men Jesus segði: “Latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín, tí at himmiríkið hoyrir slíkum til.” Matteus 19:14 

 

Sum foreldur eru tað nógvar avgerðir, ið vit taka, sum eru við til at mynda okkara børn. Eitt, sum eg mangan hugsi um, er, at um eg skuldi verið tikin frá mínum synum, hvat er so tað, ið teir minnast meg fyri? Er tað, at babba segði, at teir ikki máttu missa nakra venjing í fótbólti? Ella at babba segði, at tað týdningarmesta í lívinum eru skúlatingini? Eg haldi, at tað er gott, at vit uppmuntra okkara børn til at gera sítt besta í øllum, ið tey fáast við; men eru skúlating, fótbóltur, hondbóltur ella onnur ítriv tað týdningarmiklasta við lívinum?

 

Sum foreldur kunnu vit ikki avgerða, um børn okkara velja at fylgja Jesusi ella ikki, men vit kunnu vera við til at leggja eitt sáð niður í tey við at halda tey til Guðs orð. Tað gera vit millum annað við at taka børnini við á møti/sunnudagsskúla, biðja fyri og við teimum hvørt kvøld og lesa bíbliusøgu fyri teimum. Eisini at eggja tey til sjálv at lesa í Bíbliuni.

 

Í Markus 4:26-29 stendur skrivað: Og hann segði: “Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.”

 

Vit kunnu sáða, men vit kunnu ikki avgerða, hvussu grøðin verður.

 

Guðsóttin er ikki tann sami í dag sum í gomlum døgum. Fyrr livdu tey í trongum korum, og alt varð lagt í Harrans hendur. Men í dag er tíðin ein onnur, og vit eru skjót at gloyma Gud. Ein prestur segði herfyri, at nógv av teimum ungu, sum ganga til prest, kenna ikki til bíbliusøgurnar. Presturin setti so spurningin; tá tey ungu ikki kenna bíbliusøgurnar, hvussu kunnu tey hava gudsóttan? Hetta fekk meg at hugsa, og eg helt hetta vera áhugavert og álvarsamt.

 

Tey gomlu gingu eisini høgt uppí at signa børnini og siga “Jesuspápi veri við tær”. Hetta sær man ikki eins nógv longur. Eg haldi ikki, at tað er líkamikið, men eitt tilvitað val, man skal gera. Sjálvur eri eg farin at siga hetta við dreingirnar, tá teir fara frá húsum um morgunin. Tað verður sagt í tí trúgv, at teir verða lagdir í Harrans hendur, tí ongin veit, hvat dagurin hevur at bjóða.

 

Skrivað hevur Jan Heinesen

Sí fleiri greinar