Guds børn
Sonja I. Jacobsen, 08.11.2017

Búgvi Olsen talaði sunnumorgunin og legði út við orðunum í Róm 8,14 - So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.

Tað eru 500 ár síðani reformatiónina og síðan, at Luther lærdi, hvat tað merkir at vera barn Guds.

 

Luther hevði roynt alt, hann var mentur, at toknast Gudi. Hann hevði sligið og pínt seg sjálvan fyri soleiðis at kenna friðin og kenna seg rættvísan.

Men ein dagin legði hann merkis til orðini í Róm. 1,17 – hin rættvísi skal liva av trúgv.

 

Tað var ikki vanligt at fara til skriftirnar tá á døgum, og var tann latínska umsetingin í støðum umsett soleiðis, at styrkja um trúnna á gera bót fyri sínar egnu syndir. Hugburðurin í miðøldini var «ger títt besta», og síðan var bert at vóna, at tey góðu gerðirnar leiddu til rættvísi.

 

Men skriftin var greið, og Luther sá sannleikan, at rættvísi fæst við trúgv eina, á Jesus eina og av náði eina. Og haraftrat at skriftin er einasti mátin at kenna sannleikan um Gud. Av hesum kom slagorðið, sum kom at eyðkenna reformatiónina «aftur til kelduna».

 

Víðari í kap. 8,15 sigur Paulus -Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: "Abba! Faðir!"

 

Tá ið vit gerast børn Guds, fáa vit Anda Hansara og sonarrættindi. Vit gerast Guds børn gjøgnum ættleiðing.

 

James D.G. Dunn skrivar soleiðis um tann, sum varð ættleiddur á Jesu døgum:

 

1.     Tann ættleiddi fekk atgongd til øll familjurættindi

2.     Gjørdist arvingi til allar ognirnar

3.     Tað gamla lívið varð útstrikað

4.     Øll skuld varð strikað

5.     Tann gamli sonurin gavst at vera til, og eitt nýtt lív byrjaði

 

Vit gerast sostatt arvingar Guds, og arvurin er m.a. frelsan, atgongd til øll lyftini og Heilagi Andin.

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar